Málið ímóti Aung San Suu Kyi er skelkandi

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, er skelkað av, at hernaðarstýrið í Myanmar hevur drigið andstøðukvinnuna Aung San Suu Kyi í rættin Í einari hoyring í uttanríkisnevndini hjá Senatinum segði Hillary Clinton, at hon er skelkað av framferðini hjá hernaðarstýrinum, og hon segði seg vóna, at Aung San Suu Kyio verður latin leys alt fyri eitt.

Hon segði, at USA er í ferð við at kanna, um tað eru lond, sum kunnu leggja trýst á hernaðarstýrið. India og Kina eru tveir møguleikar.

-Tað er skelkandi, at hon verður drigin fyri rættin, og at st stýrið roynir at halda henni aftur, tí hon er so væl umtókt, segði Hillary Clinton. Hon legði afturat, at tjóðartingsvalið í Myanmar næsta ár er ikki rættvíst, um Aung San Suu Kyi ikki sleppur at taka lut í valinum.