Jana H. Dalsgaard
forkvinna Sjúkrasystrafelag Føroya
Sera álvarslig støða, ið nú stendst av, at tað ikki hevur eyðnast leiðsluni á LS at loysa trupulleikarnar á med. Deild B6.
Leiðsluuppgáva
Sjúkrasystrafelag Føroya hevur allatíðina vist á, at málið á B6 er heilt avgjørt ein uppgáva hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum at loysa. Men vit kunna nú tíverri staðfesta, at tað ikki hevur eyðnast leiðsluni at loysa málið.
Kann ikki góðtakast
Hvørki sum felag ella sum borgari í hesum landi kann man longur standa modell til tað sum nú hendir.Tá tað ikki eyðnasðist leiðsluni at loysa trupulleikan er nú tíð uppá, at politiski myndugleikin vaknar og tekur um endan.
Landsstýrismaðurin í almanna og heilsumáluum Sámal Petur í Grund hevur fyrr sagt, at málið ikki var búgvið hjá honum at leggja seg út í, men nú er tað væl hansara skylda
Seinasti arbeiðsdagur
Í morgin er seinasti arbeiðsdagur hjá sjúkrasystrunum á B6, tær fara nú úr starvi og deildin letur aftur.At deildin ikki letur upp aftur eftir nýggjár kann fáa sera álvarsligar avleiðingar fyri samfelagið sum heild. Alt tað sum er uppbygt ígjøgnum nógv ár verður sindrað eftir lítlari løtu. Føroyska samfelagið kann ikki verða B6 fyri uttan. Tann servitan sum sjúkrasystrarnar á B6 hava kann ikki erstattast. Tað kemur at kosta sjúklingum, starvsfólki og samfelagnum dýrt, eisini sum útbúgvingarstað fyri læknar og sjúkrasystrar. Sjúkrasystrafelag Føroya hevur eisini sagt frá tørvinum á sjúkrasystrum, ið stendur beint fyri durunum hjá okkum, tað vísa nýggjastu framrokningarnar, ið Sjúkrasystrafelag Føroya hevur gjørt. Um málið ikki verður loyst nú, kann óbótaligur skaði standast av hesum.
Starvsfólkapolitikkur Landsins
Vit kunna ikki góðtaka, at stórur partur av okkara limum fær slíka viðferð sum sjúkrasystrarnar á B6 hava fingið í hesum máli. Sjálvt ikki starvsfólkapolitikkur landsins hevur verið fylgdur í hesum máli, tað er átalu vert. Tær hava seinastu nógvu árini arbeitt langt yvir evnir, tær hava annað uppiborið enn slíka viðferð.
Málið má loysast nú
Um tørvur er á tí, er Sjúkrasystrafelag Føroya tilreiðar, at hjálpa til við at loysa málið, um heitt verður á okkum.