Málið kann roynast í rættinum

Arbeiðið við løgfrøðiligu kanningini av Bjarna Djurholm, er byrjað. Tað er løgmansskrivstovan sum stendur fyri kanningini, og Maiken Johansen eisini knýtt at kanningini, sum uttanveltaður løgfrøðingur. Kanningin skal ætlandi vera liðug áðrenn Ólavsøku

Í gjár kunngjørdi løgmaður, at løgfrøðiliga kanningin um Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, hevur framt brot á lóggávuna í sínum samskifti og sambandi við nevndina í Framtaksgrunninum.
Áðrenn løgmaður gjørdi av at seta kanningina í verk, vóru tað fleiri politikkarar, ið vístu á, at tað var hansara skylda sambært stýrisskipanarlógini at taka málið um Bjarna Djurholm upp. Hetta hevur løgmaður nú gjørt, og er tað í samsvar við §33 stk. 3 í stýrisskipanarlógini, har tað stendur, at tað er løgmaður, sum hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.
Kanningin fevnir um tíðarskeiðið eftir 3. februar 2004, tá núverandi landsstýrið tók við. Orsøkin til, at tað ikki verður farið longur aftur er, at tíðarskeiðið áðrenn fellur uttan fyri heimildirnar hjá løgmanni.
Í Útvarpinum í gjár segði løgmaður, at kanningararbeiðið helst skal vera liðugt áðrenn Ólavsøku, men at kanningin má taka tað sum er neyðug. Harvið er tað ikki ósannlíkt, at kanningararbeiðið fer at vara longur enn til Ólavsøku.

Kann roynast í rættinum
Nú hevur løgmaður sett eina løgfrøðiligakanning í verk, men í Sosialinum týsdagin segði Jógvan Páll Lassen, advokatur hjá Dagmar S. Joensen, at hann hevur ilt við at síggja meiningina við eini slíkari kanning. Og í stuttari viðmerking til Sosialin sigur Jógvan Páll Lassen, at tey eftir at hava sæð arbeiðssetningin hjá løgmansskrivstovuni, framvegis ikki hava broytt støðu.
Sum Tórbjørn Jacobsen er inni á aðrastaðni her á síðuni, so er ein møguleiki at seta ein kanningarstjóra, í staðin fyri at gera eina løgfrøðiliga kanning sum hesa. Ein triðji møguleiki, har full greiða fæst í málinum, er at royna tað í rættinum, tí har hava vitni skyldu at svara spurningurin og tey hava skyldu at siga satt.
Men Jógvan Páll Lassen, sakførari hjá Dagmar S. Joensen, sigur, at enn er ongin avgerð tikin um tað, so at tað fær hann onki sagt um enn.