Málið illa umhugsað

Tað var naivt at hugsa, at Heðin Mortensen skuldi latið sín persónliga tingsess frá sær til ein av argastu politisku fíggindunum, heldur Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðíngur

Kaotiskt!

Soleiðis skýrir Sjúrður Skaale, samfelagsfrøðingur, málið um setanina av nýggja landsstýrismanninum hjá Sambandsflokkinum.

- Málið tykist ógvuliga illa umhugsað. Tað var naivt av Sambandsflokkinum at halda, at Heðin Mortensen skuldi latið sín tingsess til ein av argastu politisku fíggindum sínum, Høgna Mikkelsen, sigur Sjúrður Skaale.

Hann heldur samstundis, at tað er beinleiðis tragiskt, at eitt persópnsmál nú skuggar yvir eitt so álvarsligt mál sum lógina um vinnuligan fiskiskap, sum liggur í tinginum í løtuni.

- Tað má sigast at vera harmiligt, at stríð og agg millum persónar skal fáa alla umrøðuna, meðan eitt so álvarsligt mál sum lógin um vinnuligan fiskiskap púra verður sett í aðru røð. Tað átti at fingið umrøðu heldur enn Heðin, Jóannes, Kaj Leo ella Høgni, sigur Sjúrður Skaale.

Hetta er sama skilið sum undir síðstu samgongu, tá persónsmál eisini kávaðu út yvir politiska innihaldið, heldur Sjúrður Skaale.

 

Bara menn

Talan er bara um glantrileik við ongum innihaldi, og tað verður ikki betri av, at fjølmiðlarnir glaðbeintir bera brenni á bálið.

- Politikarar eins væl og fjølmiðlarnir áttu at víst størri ábyrgd. Teir áttu at hugsa seg betri um, tí tað, sum fer fram nú, er ikki til gagns fyri nakran, sigur Sjúrður Skaale.

Hann heldur eisini, at tað lekur álvarsliga millum teori og praksis hjá Sambandsflokkinum, tí teir tosa um javnstøðu, men tá til stykkis kemur, er bara talan um mannfólk.

- Teir hava havt eini tíggju evnir til landsstýrisfólk, og ikki eitt tað einasta konufólk er ímillum. Tað samsvarar illa við tað, sum teir siga seg vilja, vísir Sjúrður Skaale á.

Hann viðgongur tó, at fjølmiðlarnir eiga sín rætt til at útnytta slík persónsmál, tí tað er nakað, ið øll kunnu fyrihalda seg til, og tí eisini nakað, ið selur fleiri bløð. Men tað stutta av tí langa er kortini, at Sambandsflokkurin átti at kanna sítt bakland betri, áðrenn meldað var út um nýggjan fíggjarmálaráðharra, metir samfelagsfrøðingurin.