Málið hjá Súna avgerandi

Høgni Zachariasen, sum spældi í miðverjuni hjá ÍF, var sera vónbrotin, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin. Hann staðfestir, at útjavnandi málið hjá Súna Olsen fekk avgerandi týdning til dystin.

- Tað tykist sum, at vit hava tamarhald á støðuni tá. Men brádliga fáa teir mál, og tað gevur teimum trúnna aftur. Eg eri vísur í, at um bólturin ikki hevði farið inn, so høvdu vit vunnið dystin.

Høvdu tit væntað stig í dag eftir 5-0 tapið hóskvøldið?

- Fortreytirnar vóru sjálvsagt ikki góðar, tí Bartal Eliasen, Poul Ennigarð, Rógvi Jacobsen, Fritleif í Lambanum og Hans Paule Petersen ikki vóru tøkir. Men vit vildu prógva, at vit heilkiksaðu í farnu viku, og vit vóru uppsettir at fáa stig, sigur Høgni Zacharisen.

Fuglfirðingurin røkti í gjár plássið sum miðverji, og tað gekk honum væl.

- Eg noyddist aftur, tí vit høvdu so nógv avboð. Men tað var bara fínasta slag, sigur Høgni Zacharisen.