Málið hjá NSÍ og Tórður Thomsen (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá NSÍ javnaði ímóti KÍ og hoyr samrøðu við málverjan, Tórð Thomsen

NSÍ fekk eitt stig við sær úr Klaksvík í dag. Dysturin millum KÍ og NSÍ endaði við javnleiki 1-1. NSÍ hevur 17 stig, og er átta stig aftanfyri oddaliðið, HB. 

 

Boris Dosljak legði KÍ á odda. Einar Tróndargjógv javnaði fyri NSÍ.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:


1) Hoyr frásøgnina hjá Peturi Asbjørn Lervig av málinum Einar Tróndargjógv skoraði fyri NSÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við málverjan hjá NSÍ, Tórður Thomsen.

 

Tórður Thomsen heldur, at hvørki KÍ ella NSÍ kundu brúka javnleikin. Hann slær fast, at teir í NSÍ hyggja ikki eftir stigatalvuni, men arbeiða heldur við at betra spældið og gongdina. 

 

Tórður Thomsen heldur, at dysturin í dag var ein lítil uppreisn hjá NSÍ í mun til gongdina seinastu tíðina. 

 

Frásøgnin hjá Peturi Asbjørn Lervig av málinum hjá KÍ, og samrøðan Petur Asbjørn gjørdi við Páll Klettskarð hjá KÍ hoyrist HER