Málið hjá NSÍ og samrøða við Bagga (Rás2)

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá NSÍ vónar og væntar, at tað fer at koppa teirra veg skjótt

NSÍ hevur ikki heilt livað upp til teir stóru forvæntningarnar, og í dag tapti NSÍ 1-2 ímóti HB við Løkin í Runavík. Higartil hevur liðið fingið 10 av 18 stigum.

 

- Hetta er ekstremt súrt, staðfestir høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagge" Hentze. 

 

Sámal Erik Hentze heldur, at dysturin ímóti HB í dag lýsir mótgongdina NSÍ hevur rakt seinastu dystirnar, har teir trýsta nógv, koma til málmøguleikar, og so standa teir við ongum aftaná dystin.

 

- Tingini mugu skjótt fara okkara veg. Hetta kann ikki blíva við, sigur ein vónríkur Bagge í samrøðu við Trónd Arge á Rás2.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu Tróndur Arge segði frá málinum hjá NSÍ, tá Pól Johannus Justinussen legði NSÍ á odda 1-0.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ. 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Símun Samuelsen hjá HB hoyrist HER