Í eini grein, Árni Dahl hevði í bløðunum, spottar hann løgtingsformannin fyri hansara málburð í einari viðmerking, sum hann hevur havt í bløðunum. Tað má Árni sjálvandi hava lov til.
Eg haldi bara, at tað er dekan og langt úti, at ein málmaður »niðurger« mannin á handan hátt ístaðin at ganga eftir innihaldinum í greinini.
Árni Dahl skal minnast til, at løgtingsformaðurin hoyrir einum ættarliði til, sum eg sjálvur, ið fekk sína 7 ára málsligu útbúgving í føroyskum, í einum ofta vánaligum bygdaskúla í fimmtiárinum.
At vit ikki eru perfektir í føroyskum máli, sum málfrøðingurin Árni Dahl, ið kanska hevur studerað málið mesta av lívi sínum, er keðuligt fyri okkum, sum bert hava nevndu 7 ára lærdóm í føroyskum.
Tó, vil eg siga, at um tað er soleiðis, at vit »gomlu« frá skúlanum í fimmtiárinum ikki í bløðunum skriftliga kunnu blanda okkum í tí demokratisku tilgongdini, uttan at verða »niðurgjørdir« av betrivitandi málfrøðingum uppi á fjallinum, tá haldi eg okkara demokrati er komið á eina síðugøtu.
At enda vil eg viðmerkja, at eg havi eina ella tvær ferðir skrivað til ein professara í okkara móðumáli - hann býr í Kirkjubø -. Ikki hevur hann nevnt eitt orð um mín málburð, men hevur minst einaferð ringt til mín fyri at tosa um innihaldið í brævinum.









