Málið hjá KÍ og Páll Klettskarð (Rás2)

(Rás2) Hoyr málið sum Boris Dosljak skoraði fyri KÍ, og hoyr samrøðu við Páll Klettskarð

KÍ spældi í dag javnleik 1-1 ímóti NSÍ á heimavølli, og eru klaksvíkingar nú fimm stig frá oddinum í betrideildini har HB er á odda við 25 stigum.

 

Boris Dosljak legði KÍ á odda. Einar Tróndargjógv javnaði fyri NSÍ.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:


1) Hoyr frásøgnina hjá Peturi Asbjørn Lervig av málinum Boris Dosljak skoraði fyri KÍ.


2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig hevði við Páll Klettskarð hjá KÍ.

 

Páll Klettskarð iðrar seg um, at hann og liðfelagarnir ikki fingu meir burturúr málmøguleikunum teir høvdu, og hann iðrar seg eisini um, at NSÍ javnaði við tí sum Páll Klettskarð lýsir at verða eitt heppið mál. Tó heldur Páll, at leikliga reisti KÍ seg aftaná nøkur sera sløk avrik. 

 

Frásøgnin hjá Peturi Asbjørn Lervig av málinum hjá NSÍ, og samrøðan Petur Asbjørn gjørdi við málverjan hjá NSÍ, Tórður Thomsen hoyrast HER