Tað var dramatikkur, tá HB legði seg á odda á Argjum móti AB í dag. Argjamenn vóru í øðini, tí teir mettu at Adrian Justinussen var rangstaddur í støðuni.
Les eisini: Samanumtøka av 12. umfari
Sum sæst á myndini, sum er tikin frá stroymingini á FSF-livestream, so Adrian Justinussen ikki rangstaddur. Myndin er tikin í løtuni, tá Símun Samuelsen (ytst til vinstru) leggur bóltin innfyri til toppskjúttan í Betri deildini hjá monnum, Adrian Justinussen, sum síðani skorar einsamalla málið í dystinum.
- Eg eri haldi, at eg eri aftasti maður, og so er hann rangstaddur, men eg veit ikki um onkur annar er innanfyri, segði Báður Olsen í løtuni aftaná dystin, áðrenn hann hevði sæð upptøkurnar umaftur.
Les eisini: Samrøða við Bárð Olsen, AB
Argjamenn eru eisini ónøgdir um, at eitt mál hjá teimum bleiv kolldømt fyri rangstøðu. Her tykist verða torført at síggja á sjónbandamyndunum hjá Kringvarpinum, um talan er um rangstøðu. Hartil vilja hava argjamenn hava brotsspark í fyrra hálvleiki. Tær støðurnar viðgerð Kringvarpið í sínum samandrátti.
Samandráttur frá AB-HB, trýst HER (Kringvarpið/3-2)
Fleiri umstríddar dømingar hava verið hetta umfarið. Í Gundadali eru teir í B36 óður um, at teir ikki fingu eitt brotsspark, tá Betuel Hansen taklaði Erlend Magnusson, meðan runavíkingar eru óðir um brotssparkið, sum B36 so fekk seinni í fyrra hálvleiki.
Á Eiði tykist málverjin hjá Suðringum hava grein í sínum máli, tá hann ilskast eftir at EB/Streymur minkar um munin til 2-1. Málverjin tykist verður rendur umkoll, tá Gestur B. Dam minkar um munin. Marni Djurhuus kemur rennandi beint í kroppin á málverjanum, Rana N. Johannesen.
Hendingin sæst við at trýsta á HER (Kringvarpið, 2.min 23sek)