B36 hevur nú tapt ímóti tveimum FM-kandidatum tvey vikuskifti á rað, og eru dragnaðir í FM-stríðnum. B36 er niggju stig aftanfyri HB, ið teir møta 17. juni. Í dag tapti B36 1-3 ímóti KÍ á Norðoyastevnu í Klaksvík.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Hilmar Jan Hansen segði frá málinum Meinhard E. Olsen skoraði fyri B36 til 1-3.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Meinhard E. Olsen aftaná dystin.
Meinhard E. Olsen vil ikki hoyra talan um nakra umbering fyri, at B36 ikki vóru nóg væl mannaðir. Meinhard heldur, at teir sum byrjaðu inni fyri B36 í dag høvdu kvalitetirnar til at oyðileggja Norðoyastevnuna fyri Klaksvík, men tað eydnaðist so ikki.
Meinhard E. Olsen hevur skotið trý mál fyri føroyska U21-landsliðið í EM-undankappingini higartil. Men hann hevur leikbann til komandi dyst ímóti Finnlandi á Svangaskarði á Toftum komandi fríggjadag klokkan 17. Tað harmast hann um, men hann hevur vónir um, at føroyska U21 landsliðið fer at standa seg væl.
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av málunum hjá KÍ, og samrøðan Hilmar Jan gjørdi við Jákup B. Andreasen hjá KÍ hoyrast HER