Málið hjá B36 og Lukasz Cieslewicz (Rás2)

(Rás2) Hoyr hvussu Lukasz Cieslewicz legði B36 á odda 1-0 ímóti HB, og hoyr samrøðu við Lukasz Cieslewicz

B36 koyrir í tómgongd í landskappingini. Í dag tapti B36 triðja dystin á rað í betrideildini, og teir mugu hyggja langt eftir oddastríðnum, fyribils ið hvussu er.

 

Lukasz Cieslewicz legði B36 á odda 1-0 uppá brotsspark ímóti HB í dag, men tá alt var liðugt hevði HB vunnið 2-1 á B36, og er HB nú 12 stig frammanfyri B36.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Trónd Arge siga frá málinum Lukasz Cieslewicz skoraði fyri B36 uppá brotsspark.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Lukasz Cieslewicz aftaná dystin.

 

Eyðvitað er Lukasz Cieslewicz sera vónbrotin av tapinum í grannauppgerðini. Hann staðfestir, at B36 hevði nóg nógvar málmøguleikar, serliga í fyrra hálvleiki til at koppa dystin sín veg, men tað eydnaðist ikki.

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av báðum málunum hjá Adrian Justinussen fyri HB, og samrøðan Tróndur gjørdi við Adrian aftaná dystin hoyrast HER