Útbering
Heldur enn at játtað pengar til at bera bløðini út fyri, var alt málið, sum tað var, borið út aftur úr Løgtinginum. Tí syrgdi landsstýrismaðurin við fígjarmálum fyri.
Karsten Hansen, landstýrismaður, sigur, at málið var sera óseriøst viðgjørt. Roynt varð fyrst at fáa tað við á eykajáttanarlógina, men tí vísti Fíggjarnevndin frá sær.
?Síðan kom løgmaður og bað meg royna at savna nokk av undirskriftum millum tingmenn til at leggja málið fyri tingið við fráviki frá tíðarætlanini. Men tað vildi eg ikki, og so gjørdi løgmaður tað sjálvur, sigur landsstýrismaðurin.
Men løgtingsformaðurin vísti málinum aftur, tí hann hevur boðað frá, a t tingiðf er til hús, og tíð verður ikki til fleiri viðgerðir.
KarstenHansen sigur, at hann helt ikki grundarlag vera fyri at leggja málið fram yvirhjøvur, tí politisk semja var ikki í samgonguni fyri tí.
?Tað hevur verið viðgjørt á landstýrisfundi, har eg sjálvur ikki var til staðar, vísir hann á.
Tjóðveldisflokkurin vildi ikki taka undir við málinum í tí líki, tað varð lagt fram. Flokkurin vildi hava, at allur peningur, sum játtaður varð, skuldi fara til Postverkið sum so og ikki markast til at lata Postverkinum at bera nøkur ávís bløð út fyri.
Eisini varð víst á, at talan bara var um partar av landinum, og at eitt nú Suðuroyggin ikki var við í hesi útberingini.
Karsten Hansen noktar fyri, at hann er lagur undir politiskt trýst fyri at taka málið aftur.
Men hann hevur einki boð upp á, hvat Tjóðveldisflokkurin vil hava sett í staðin fyri tað uppskotið, sum lagt varð fram.
Heldur ikki hevur hann nakra viðmerking til, at hetta uppskotið í grundini bøtir um støðuna á útoyggjunum, sum eftir hesum uppskotinum høvdu fingið bløðini borin út leygardag. Tað hevði nevniliga verðið álagt Postverkinum at syrgt fyri tí, um uppskotið varð samtykt. Í dag verða leygardagsbløðini ikki borin út fyrr enn mánadag, har eingin serstøk útberingarskipan er.
?Men alt hatta kann gera tað sama og er at rokna sum spæl fyri gallarínum, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður. Tí av Løgtingsskrivstovuni varð sagt, áðrenn uppskotið kom í tingið, at fyri at kunna brúka hesar pengarnar, ætlanin var at játta, skal ein serstøk heimildalóg vera, og hon verður ikki liðug fyrr enn til ólavsøkutingsetuna kortini.