Bert 16 ára gamli HB framherjin, Christian Restorff Mouritsen, hevur júst undirskrivað ein trý ára sáttmála við Premier League felagið, Manchester City. So familjan Mourtisen er ikki sørt errin av soninum, sum nú leggur leiðina til Onglands.
? Sjálvandi tekur ein ein slíkan møguleika, segði Christian R. Mouritsen á tíðindafundi mánamorgunin. Hann er ikki bangin fyri at detta burturmillum allar hinar spælararnar, so hann er bjartskygdur viðvíkjandi framtíðini í enska stórfelagnum.
Størsta mál hansara er at sleppa at spæla dystir í Premier League, og tað fer kanska at lata onkra nýggja hurð upp.
Aftur í februar
Christian hevur júst verið yviri í Onglandi og royndarvant. Familjan var við, so tey kundu síggja umstøðurnar bróðurin og sonurin fer at hava, nú hann flytir heimanfrá.
? Umstøðurnar eru framúr góðar, so vit eru als ikki bangin um hann. Allastaðni, vit hava verið, er hann vorðin ótrúliga væl móttikin, og alt er nógv betri enn væntað, sigur pápi Christian, Óli Mouritsen.
Formelt kemur sáttmálin ikki í gildi fyrr enn í summar, men longu í februar skal Christian yviraftur til Onglands at venja í tríggjar vikur. Síðani skal hann avstað aftur í seks vikur, áðrenn hann endaliga fer avstað um hálvan juli.
Fíggjarliga fær HB sjálvandi okkurt burturúr, men hvussu stóra upphædd talan er um, vil HB formaðurin, Birgir Enghamar ikki koma inn á.
? Vit eru ógvuliga glaðir hansara vegna, og fíggjarliga vil hetta sjálvandi siga eitt gott íkast fyri okkum, men hvussu nógv tað er, vilja vit halda fyri okkum sjálvar, sigur Birgir Enghamar.
Stórir spælarar
Áhugin fyri Christiani hevur verið ígjøgnum longri tíð, men tað er ikki fyrr enn nú, tað hevur verið møguligt at gera nakað ítøkiligt av tí, at Christian er so ungur.
? Tað er fyrst og fremst á ungdómslandsliðnum, at felagið hevur fingið eyguni upp fyri Christiani. Tá ungdómslandsliðini spæla, eru feløgini nevniliga úti um seg og halda eyguni við teimum ymisku spælarunum, segði Jákup í Stórustovu, umboðsmaður.
Talan er um ein trý ára sáttmála, harav tað fyrsta árið er eitt sokallað lærlinga ár. Síðani verður talan um ein fult professionellan sáttmála.
Í Onglandi skal Christian búgva hjá eini familju. Hann fær ein førara, ið skal koyra hann til venjing og í skúla, so hann verður ongantíð sleptur upp á fjall. Og hetta ger eisini, at foreldrini ikki eru so bangin um hann.
Lítlubeiggjarnir, Kristin, 13, og Allan 9, eru ikki sørt stoltir av stórabeiggjanum, sum nú skal avstað. Teir venja báðir við HB, og teir hava eisini ætlanir um at sleppa til Onglands eins og stóribeiggin at spæla fótbólt.
Nevnast kann annars, at í Manchester City spæla millum annað fyrrverandi Liverpool og landsliðsframherjin, Robbie Fowler og landsliðsmálverjin, David James. Og um alt gongur, sum Christian ætlar, so verður hann ein partur av fyrsta liðnum hjá Manchester City um nøkur ár.