Málið er okkara samleiki

Málið er altíð aktuelt, málið eigur altíð at vera á dagsskrá. Ein av okkara mætu málfrøðingum hevur júst nú víst á týdningin av, at fjølmiðlarnar  kanska serstakliga sjónvarpið leggja seg eftir at hava føroyskar undirtekstir og sum heild at røkja málið væl. Vit hava viðgjørt evni í blaðgrein í gjár. Nevnt er í hesum sambandi, at nýggja kringvarpslógin áleggur leiðslu kringvarpsins at útvega starvsfólkunum málsliga ráðgeving. Endamálið er sjálvsagt at tryggja, at tey sum eru á skýggjanum ella sum skriva útvarpstíðindi og onnur tíðindi, vanda sær um málið og nýta gott føroyskt mál. Hetta er eitt sjálvsagt krav til ein almennan miðil, sum øll mestsum eru skyldug at rinda til og sum tað almenna rindar til, eitt nú útgerð og sendinet.

Men tað eru ikki bert teir almennu miðlarnir, ið eiga at vanda sær um málið. Vit, teir privatu miðlarnir, hava eina sjálvsagda skyldu at gera tað sama, hóast eingin lóg áleggur okkum hetta. Málið er okkara felags samleiki. Gongur málinum illa, so gongur tað út yvir okkara samleika sum føroyingar og sum tjóð. Føroyskt mál er undir stórum trýsti. Ikki soleiðis at skilja, at vandi er á ferð. Føroyskt stendur so sterkt, at málið í sjálvum sær ikki fer at hvørva. Men tað góða málið, tað reina og vælbenda rættskrivaða og rættstavaða málið er við at skeiklast. Her hava allir partar eina stóra ábyrgd: skúli, foreldur, miðlar og øll, sum nýta málið í sínum dagliga yrki. Tað er als ikki lætt at fáa dygdargóða málsliga vegleiðing, og tí er tað mikið spell at lóggevararnir hava avmerkað málsligu ráðgevingina til almennu miðlarnar. Tað hevði verið gott, sum her var talan um eina felgas ráðvgeving fyri allar miðlar. Hetta eigur Málstevnunevndin at hava í huga!

Málið er okkara samleiki, og vit mugu fara væl um samleikan. Her er skúlin ein heilt avgerandi táttur. Sum kunnugt var Pisa undankanningin einki at reypa av. Førleikarnir eru í botni. Avvarandi myndugleikar mugu tí nú taka sær um reiggj og uppstiga undirvísingina í føroyskum á øllum stigum. Fyri hvønn dag, ið gongur hoyra, børnini alt meira enskt og minni av móðurmálinum. Her er tað bara fólkaskúlin, ið kann bøta um støðuna. Tað er eingin umbering fyri at bíða, her má nakað álvarsligt gerast og tað sum skjótast.