Eftir 2-0-sigur á Víkingi í gjár hevur KÍ nú lagt sjógv til hini liðini í Effodeildini. Hóast støðuna sum oddalið, so hevur venjarin, Mikkjal Thomassen, ikki føroyameistaraheitið sum mál.
- Nei, málið er framvegis tað sama. Vit hava tvey stevnumið í ár: at koma út í Evropa, og hitt er at gera KÍ til eitt toppfelag á øllum mótum í føroyskum fótbólti, sigur Mikkjal við Sosialin í dag.
Í Sosialinum, sum er komin á gøtuna í dag, er greining av dystinum ímillum KÍ og Víking. Har er øll samrøðan við Mikkjal Thomassen at lesa umframt samrøða við Sølva Vatnhamar, sum heldur, at KÍ er FM-favorittur.