Málið er ikki avgerandi

A-Landsliðið - Nemanja Vidic slær fast, at fyrsta málið hjá Serbia legði grundarlagið undir sigurin. Men gestirnir høvdu eisini vunnið, um málið ikki var viðurkent

Serbia hevði vunnið við trimum málum, hóast dómarin hevði floytað fyri frísparki, áðrenn Danko Lazovic legði gestirnar á odda.
Annað er ikki hugsandi.
Í øllum førum ikki sambært Nemanja Vidic, verjuspælara úr Manchester United.
Hann er sannførdur um, at tað er eingin grundgeving fyri tapið hjá føroyingum.
– Vit høvdu fingið mál fyrr ella seinni. Eysturríki og Rumenia hava spælt truplar dyst­ir í Føroyum seinasta árið, og vit tóku uppgávuna í álv­ara. Vit hava spælt betri dystir enn hendan, men vit vunnu uppiborið. Vit greiddu upp­gávuna og hugsa nú um kom­andi dystin, sigur Nemanja Vidic.
Men var tað rætt, at málið hjá Lazovic varð viðurkent?
– Nei. Eg sá, at Jovanovic nýtti hondina. Dómarin sá tað ikki, og vit fingu málið. Tað er ikki meira at siga um tað, sigur Nemanja Vidic.