Málið er hjá Prestafelagnum

Málið um ósemjuna í Havnar Kirkju liggur hjá danska Prestafelagnum, sum ikki vil gera viðmerkingar til tað

Málið um hjálparprestastarvið í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldið liggur hjá danska prestafelagnum, sum hevur fingið tað frá føroysku deildini í felagnum. Men haðani er eingin viðmerking.
Sosialurin tosaði við Hans Christian Andersen, fyrisitingarleiðara og løgfrøðiligan ráðgeva hjá Den danske Præsteforening, men hann noktaði blankt at gera nakra sum helst viðmerking til málið. Hann vildi hvørki vátta ella avsanna, um Prestafelagið yvirhøvur hevði fingið málið.
Men sum skilst á formanninum í føroysku deildini í Prestafelagnum, hevur Prestafelagið fyri nakað síðan fingið málið.
Málið kom fyrst til føroysku deildina, sum lat tað víðari til høvuðsskrivstovuna, tí har er jurdiski førleikin, sum krevst í slíkum føri, sigur Jákup Reinert Hansen, formaður í føroysku deildini.
Málið er ikki nýtt, sigur hann. Prestafelgið hevur eina tíð fylgt málinum tætt. Men har vóru ymiskir faktorar í málinum, sum gjørdu, at tað rættiliga skjótt varð latið høvuðsskrivstovuni, sigur Jákup Reinert Hansen.
Den danske Præsteforening er stórt felag við 27 deildum. Ein er í Føroyum. Hvør deildin velur so ein formann, sum líkasum er álitismaður hjá limunum í deildini, greiðir Jákup Reinert Hansen frá.