Árligi fundurin millum fiskimálaráðharrarnar - ella umboð teirra - úr ES, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Kanada, Noreg og Russlandi var í síðstu viku hildin í Reykjavík, har Ísland var vertur.
Høvuðsevnið á fundinum var, hvussu slepst undan útblaking, og eisini var spurningurin um marknaðaravbjóðingar og møguleikar umrøddur.
- Semja var um, at málið fyri framman er at steðga útblaking heilt. Heiminum manglar føði, og oyðsl við heimsins tilfeingi kann ikki góðtakast. Í hesum sambandi vórðu ymiskir hættir at sleppa undan útblaking umrøddir.
Tað sigur Fiskimálaráðið.
Fundurin ásannaði, at prógv fyri, at vørur eru fingnar til vega á burðardyggan hátt, í størri og størri mun er ein fyritreyt fyri marknaðaratgongd.
Lagt verður aftrat, at bæði stjórnir og marknaðurin ynskja trygd fyri, at veiðan er fiskað lógliga og burðardygt.
- Ásannað varð samstundis, at ansast má eftir, at krøv um gjøgnumskygni og sporføri ikki gerast óneyðugar forðingar fyri handli millum lond.
Noreg verður vertur fyri fundinum millum fiskimálaráðharrar í 2013.