Tvey skot eru eftir í byrsuni. Ímóti KÍ í Klaksvík, og ímóti NSÍ á Svangaskarði á Toftum, og málið er framvegis hjá B68, sum higartil hevur tapt 18 dystir, og leikt sjey javnar at vinna ein dyst. Annars er sambært høvuðsvenjaranum hjá B68, Eliesar Olsen lítið vert at hanga í til venjing.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Eliesar Olsen aftaná 0-1 ósigurin hjá B68 ímóti HB á Svangaskarði á Toftum í dag.
Eliesar Olsen heldur talan verða um eitt gott avrik hjá B68 har tað eydnaðist at binda væl fyri, og bert tað eina málið fór inn hjá liðnum í dag.
Nú síggja teir í B68 fram til at vitja ein fullsettan vøll norðuri í Klaksvík, sunnudagin 16. oktober.










