Tað er fríggjadagur um døgurðatíð, og kavin liggur tjúkkur í býarpartinum Horne í útjaðaranum av Aalborg. Eitt sindur trupult er at koma vegin fram í nógva kavanum, men at enda er felagshúsið og venjingarøki hjá AaB fyri framman. Komin innar í gongina verður farið at leita eftir teimum báðum føroyingunum, sum vit hava sett stevnu í felagshølunum hjá AaB. Tað gongur bert eitt lítið bil, so ringir fartelefonin. Tað er Jón Rói, sum boðar frá, at venjingin dróg eitt sindur út, men at teir verða heilt skjótir.
Felagsandi
Tað er ikki frítt, at ein leggur til merkis, at her í AaB er ikki munur á hvørki høgum ella lágum. Navnframir spælarar, stjóri, vaskikonur og onnur ganga og mala um beinini á hvørjum øðrum, og øll heilsa tey upp á hvønnannan.
Í AaB er fast, at bæði undan og eftir fyrrapartsvenjing, sum vanliga er klokkan tíggju á morgni, eta spælarar og starvsfólk annars saman í matarhøllini í felagshúsinum. Hetta er við til at styrkja felagsandan.
Føroyingum líkt eru Súni og Jón Rói teir seinastu, ið koma niður av ovaru hæddini, har umklæðingarrúmini eru. Vit heilsast og gera av, at teir báðir skulu fara at fáa sær at eta, áðrenn vit fara at práta. Teir gera skjótt av, og síðani sessast vit, og bandupptakarin verður tendraður.
Gott samanhald
Súni er tann, sum hevur verið longst í felagnum av teimum báðum, hóast hann bert hevur verið í AaB í okkurt um eitt hálvt ár. Hinvegin hevur Jón Rói væl drúgvari royndir í donskum fótbólti, tí hann hevur verið nøkur ár í ávíkavist Frem og Brøndby.
- Tað er eitt stórt lop at koma úr bestu deildini í Føroyum til superliguna, og tað merkti eg eisini, tá ið eg kom til AaB. At tú orkar at spæla 90 minuttir í einum dysti í Føroyum, merkir als ikki, at tú eisini megnar tað í Danmark. Leikferðin í superliguni er væl hægri, og tað tekur tíð at venja seg við hana, greiðir Súni Olsen frá.
Hesum er Jón Rói Jacobsen samdur í, og hann sigur eisini, at tað er munur á bestu og næstbestu deildini í Danmark.
- Til dømis spældu eg við Frem í heyst steypadyst móti Viborg úr fremstu deildini, og í einum slíkum dysti merkir tú veruliga munin á teimum báðum fremstu deildunum. Eg haldi eisini, at undir venjing verður ikki spart upp á krútið, tí kappingin er hørð, sigur Jón Rói Jacobsen.
Súni aftur í verjuna
Tá ið Súni í fjør summar skrivaði undir sáttmála við AaB, var hann fyrst og fremst keyptur, tí at hann var ein spælari, ið kann spæla á nógvum plássum. Higartil hevur Súni fyri tað mesta spælt uttarlaga á miðvøllinum, og í flestu dystunum er gøtumaðurin byrjaður á beinkinum. Men herfyri seldi AaB Allan K. Jepsen, ið hevur verið fastur fúsur á vinstra bakki í mong ár, og tað er ikki óhugsandi, at venjarin hjá AaB, sviin Erik Hamren, sær Súna sum tann náttúrliga avloysaran á bakkinum. Á miðvøllinum, har sum Súni dámar best at spæla er kappingin hørð, og nógvir eru um boðið. Millum annað hevur AaB í vetur keypt norska Frederik Winsnes úr Rosenborg.
- Tað er hørð kapping um plássini, og tí noyðist tú at geva teg fult út til hvørja venjing. Nógvir eru um boðið, so tað er bara at taka av, tá ið tú fært møguleikan, sigur Súni Olsen.
Ikki bert venjing og dystir
Bæði Súni og Jón Rói siga, at tá ið tú ert yrkisleikari, er tað ikki bara venjing og dystir, ið tað snýr seg um.
- Tað er faktisk ein heilur lívsstílur. Tú noyðist at liva sunt, soleiðis at tú altíð er væl. Til dømis venja vit so mikið nógv, at tað er umráðandi, at kroppurin fær hvíld millum venjingarnar og dystirnar. Vit noyðast eisini at hugsa um, hvat vit eta, so tilveran verður innrættað eftir, at tú livir av at spæla fótbólt, greiðir Jón Rói Jacobsen frá.
Hann hevur nú saman við familjuni funnið seg til rættis í Aalborg og eru flutt í íbúð nærheindis venjingarøkinum hjá AaB.
- Felagið hevur tikið ótrúliga væl ímóti mær, og fólkið her hevur verið hjálpsamt upp á allar mátar. AaB hevur útvegað okkum íbúð, og tað er ikki so galið at koma upp á pláss, sigur Jón Rói.
Stremba eftir ovaru hálvu
Í heyst gekk tað einki serligt hjá AaB, sum annars er eitt av meiri siðvandu feløgunum í Danmark. Áðrenn farið var undir kappingina aftur í vár, lá felagið hjá teimum báðum føroysku landsliðsspælarunum á einum fimta pláss í kappingini, og tað er eitt fitt petti upp til OB og Viborg á teimum næstu plássunum. Tí kann tað gerast eitt sindur trupult hjá AaB at vinna sær pláss í Evropa umvegis superliguna.
- Tað er nokk so langt upp til hini feløgini, og tí er málið fyrst og fremst at verða uppi í ovaru hálvu. Evropa kunnu vit kanska røkka umvegis steypakappingina, sigur Súni Olsen.
AaB hevur spælt seg í hálvfinaluna í donsku steypakappingini. Fjórðingsfinalan var leikt fyrst í mars mánað, og tá var OB bast á heimavølli eftir longda leikttíð og ikki færri enn níggju brotsspørk í part. Í hálvfinaluni skal AaB dystast við Randers úr næstfremstu deildini.
Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen vóna báðir, at tað fer at eydnast AaB at vinna seg í steypafinaluna.
- Tað hevði verið ein ótrúlig uppliving at spælt steypafinalu í Parkini framman fyri eini 40.000 áskoðarum, siga teir báðir føroyingarnir.