Tíðliga í gjár kundi politiiið staðfesta, at einki brotsverk varð framd móti manninum, sum funnin varð deyður í viðarlundini í Havn gjáramorgunin.
Maðurin var 32 ára gamal og úr Havn.
Hann varð funnin nakað eftir klokkan átta gjáramorgunin við niðaru tjørnina í viðarlundini.
Ógreitt er, nær hann er deyður, men neyvan hevur hann ligið har í fleiri tímar, tí nógv fólk gongur gjøgnum viðarlundina.