Málið er ein millión: Men bara 60.000 eru á donsku vegunum

Tað er langt á mál hjá dønum at hava eina millión grønar bilar í 2030. Tað eru 61.581 el- ella hybridbilar á donsku vegunum, sum svarar til 2,3 prosent. Í Føroyum eru 332 elbilar skrásettir, sum er minni enn eitt prosent

Seinasta árið er talið av grønum bilum á donsku vegunum meira enn tvífaldað, men hóast framgongdina eru teir bara ein lítil brotpartur av samlaða bilatalinum í Danmark.

Við ársbyrjan í ár vóru 61.581 elbilar ella hybridbilar, sum koyrir við el og eisini kunnu koyra við bensin ella diesel. Tað er ein hækking upp á 142 prosent frá í fjør.

Í desember samdust stjórnin, tey Radikau, SF og Eindarlistin um eina avtalu, sum miðar eftir einari millión grønum bilum á donsku vegnum í 2030.

Sum partur av avtaluni vórðu flokkarnir samdir um at tryggja fígging til at fáa 775.000 bilar á vegirnar.

Tað merkir millum annað, at avgjøldini eru gjørd soleiðis, at tey eru lægri á bilar, sum hava minni CO2 útlát.

Støðan við ársbyrjan í ár er, at bert umleið seks prosent av málinum um eina millión grønar bilar er nátt.

Um hugt verður eftir øllunum bilunum, so eru umhvørvisvinarligu bilarnir bara ein ógvuliga lítil partur.

Elbilar og hybridbilar eru bara 2,3 prosent av samlaða talinum av persónbilum í Danmark, har tað eru 2,72 milliónir bilar.

Umleið 98 prosent av bilunum koyra við bensin ella diesel.

Sambært bilastarvsgreinini sjálvari eru útlit til stóran vøkstur í sølunum av grønum bilum í 2021.

Soleiðis sigur Thomas Møller Mortensen, sum er stjóri í vinnufelagsskapinum DI Bilbranchen.

– Tað er eingin orsøk til at halda, at positiva gongdin í mun til grønu umleggingina av bilparkini ikki skal halda fram í ár.

– Vit hoyra frá bilasølum, at nýggju grønu avgjøldini, opnar sølubðir og útgjald av frítíðarpengum tilsamans fær tær at halda, at vit eisini í ár kunnu fara nærum at tvíflada talið av grønum bilum á donsku vegunum, sigur hann í eini viðmerki til Ritzau.

Í Føroyum er støðan eitt sindur longri frá einum slíkum máli, tí her eru vit ikki komin upp á eitt prosent av el-bilum. Tilsamans eru 332 elbilar í Føroyum. Tilsamans eru 35818 motorakfør í Føroyum. Tað finst eingin uppgerð hjá Akstovuni, sum greinar talið á hybrid bilum og plug-in hybrid bilum.

Bilar við bensin eru 19.944, sum svarar til 55,6 prosent.

Bilar við diesel eru 15.477, sum svarar 43,2 prosent.

El-bilarnir eru 332 í tali, sum svarar til 0,93 prosent.