Málið er ein góður býur

har vinnulívið hevur góðar karmar at virka undir og menniskjuni innan bøgarðarnar hava góð kor og eitt sosialt medvit, ið ongan setir uttanfyri

Tá núverandi býarstýri tók við, vóru vit á veg úr einum djúpum aldudali, har vit høvdu nýtt allar kreftir okkara til at temja teir brotasjógvar, sum land og býur sigldu í. Við miklum mátti, samanhaldi og nakað av hepni eydnaðist okkum at koma úr kreppuni. Hesi seinastu árini hava verið merkt av framgongd og viðgongd, sum sjáldan áður. Við góðum byrði og fullum seglum ræður tí um at halda kós og sigla við skili, so at vit ikki sigla okkum í óføri enn einaferð.


Skuldin minkar í stórum

Skuldarbindingin hjá føroysku kommununum hevur ført okkum í eina spennitroyggju, sum ring er at sleppa úr. Har finst eingin lættur vegur, einans hin vælkendi at gjalda hitt fasta gjaldið aftur og aftur, tí skuldin er burtur. Hetta býráðið hevur ført tann skilagóða politikk at gjalda meira enn ásett í gjaldsskipan okkara. Hetta hevur minkað skuldina í stórum lopum, so at tølini við ársskiftið samanborið við 1993 kunnu koma at síggja soleiðis út:

1993 2000

bruttoskuld 223 mió. 116 mió

rentur 33 mió 9 mió

álíkningar 4,1 1,4


Ábøturnar verða gjørdar

miðvíst og eftir

fíggjarorku

Sjálvandi gongur ikki líka skjótt við íløgum og viðlíkahaldi, tá ein eisini skal gjalda niður skuld, men vit kunnu fegnast um, at fyri hvørjar tíggju mió. vit gjalda skuldina niður, minkar rentubyrðan við einum 0,7 mió. Sostatt verða vit betur fyri at gera ábøtur á bý okkara, fyri hvørt ár sum gongur. Mál okkara er at skipa íløgur og ábøtur soleiðis, at vit fleiri ár fram í tíðina vita, hvørji øki skulu gerast, og síðani at gera arbeiðið liðugt, áðrenn farið verður til næsta arbeiðið. Á henda hátt gerst gleðin yvir gjørda arbeiðið størri, og lættari er at bíða, tá ein veit, nær og hvar næsta arbeiðið byrjar.


Skatturin má lækka,

men nær?

Tað hevur ofta verið sagt, at trivnaðurin minkar, tá skatturin fer upp um eitt ávíst mark. Føroyingar hava ein sera høgan skatt, og tað er eingin uggi, at danir hava skattin hægri, tí arbeiðsgleðin veksur ikki av, at onnur hava tað verri. Vit mugu stremba ímóti lægri skatti, men samstundis síggja í eyguni, at so leingi vit hava skuld at dragast við og hava nógvar íløgur at gera bæði innan veganetið, vatnið, tað sosiala og mentanarliga økið, verður trupult at seta skattin nakað munandi niður.


Barnafrádrátturin

hækkar

Eitt kann eg tó fegnast um hesum viðvíkjandi og tað er, at tað loksins eydnaðist at fáa barnafrádráttin hækkaðan upp í 3000 kr. í 2001, og eri eg sera takksamur mótvegis hinum býráðslimunum fyri stuðulin til barnafamiljurnar.


Hilmar Danielsen,

býráðslimur í Klaksvík