Var lagið ringt í HB-leguni eftir dystin, so var rómurin í skiftingarrúminum hjá Skála øgiligur.
Ikki minst mundi gleðin vera serliga stór um, at sigurin var meira uppiborin enn heppin, og júst hetta tóktist miðvallarskiparin hjá liðnum, Pauli G. Hansen, eisini at fegnast um eftir dystin.
- Vit hava vant nógv við at lata bóltin koyra á liðnum, og tað haldi eg gekk væl í dag.
- Kanska var veðrið eisini til fyrimuns fyri okkum, men eg haldi meg tosa fyri allar, tá eg sigi, at vit trúu upp á uppgávuna. Tað má man sjálvandi altíð gera, hóast tað ikki altíð riggar, men í dag riggaði tað so.
Sjálvur hevði Pauli eisini eina perlu av einum máli, og eftir dystin mátti hann ásanna, at hann hevði rakt leðurkúluna óvanliga væl.
- Tað er so ikki hvønn dag, at eg raki bóltin somikið væl. Har var nakað av vindi, so eg helt tað var bara at royna, og eg fái so ikki sagt annað, enn at eg rakti hann væl.
Og nú eru tit eisini fremstir í deildini. Er tað nakað, sum tit ætla at venja tykkum við?
- Tað hevði nú ikki verið so galið, men málið hjá okkum er framvegis tað sama. Fyrst og fremst at halda okkum omanfyri strikuna, og síðani at ota okkum upp móti miðjuni, helt altso Pauli G. Hansen at enda.