Málsviðgerð
Lok tykist nú vera lagt á málið um leikbannið hjá Jóhannis Joensen úr HB.
Vit hava í fleiri øðrum greinum víst á, at tað frá fleiri síðum eru reist spurnartekin um viðgerðina av málinum. Eisini frá dómarans síðu hava spurnartekin verið sett, og í farnu viku boðaði Niclas á Líðarenda so frá, at hann hevði kært málið til dómsnevndina.
Avvíst
Dómsnevndin hevur tó ikki gjørt meira við kæruna enn at avvísa, tí teir meta ikki, at dómarin í dystinum kann kæra avgerðina hjá kappingarnevndini. Hetta líkist avgerðina hjá dómsnevndini í fjør, tá ein kæra frá dómaranum um viðurskifti undir dysti í Klaksvík varð avvíst.
Málsviðgerðin í hesum málinum hevur sum nevnt sett fleiri spurnartekin, og ikki minst eru fleiri av hesum av somikið prinsipiellum slag, at tey væl kunnu skapa fordømi í eini framtíðar málsviðgerð. Sum vit hava skilt, er tað tó ikki ætlanin, at hetta fer at skapa fordømi, og verður tí í løtuni arbeitt við at gera ein greiðari arbeiðssetning fyri málsviðgerðina hjá kappingarnevndini.