Svimjikapping
Einaferð í tíðini var hann okkara heilt stóra ítróttarhetja. Og nú verður eitt sjáldsamt høvi til aftur at síggja føroya besta svimjara, nakrantíð, aftur á floti.
Jon Hestoy verður nevniliga ein av teimum, sum verður við í forvitnisligari svimjikapping á jóansøku.
Í hesi kappingini skal svimjast tvørturum fjørðin og tað er ikki roynt á Jóansøku hesi seinastu 30 árini.
Tað var jon Hestoy sjálvur, sum kom við hugskotinum um at sjimja kapp tvørtur um fjørðin og hann var eisini fyrstur at melda seg til.
? -Kappsvimjing hevur ikki verið á jóansøku í fleiri ár og tað haldi eg er spell. Við eini slíkum tiltaki, kunnu vit hava kappsvimjing á stevnum, sum nógv fólk kunnu vera við í. Og við at hava tað á fjørðinum, verður eisini talan um eina kapping, sum er úti ímillum fólkið og hann vónar at hetta kann gerast fastur táttur á teimum ymsu stevnunum.
Annars hevur hann harmast um, at tað eru so fáar av slíkum kappingum.
? Tað var ein kapping tvørturum Skálafjørð fyri nøkrum árum síðani og tað eydnaðist sera væl. Tann teinurin var 1700 metrar. Annars hevur tað bara verið svimjingin um Nolsoyarfjørð, men tað er ein teinur uppá fimm kilometrar og tí bara fyri svimjarar í góðari venjing.
Jon Hestoy sigur, at hann tí skeyt upp at skipa fyri eini kapping tvørturum fjørðin á jóansøku.
Svomið verður av nýggju samferðsluhavnini og beint yvir á keiina við flakavirkið og allir svimjararnir skulu vera í vátdrakt, men teirsleppa ikki at hava fitjur. Talan er um ein tein upp á 700 metrar, so hann skuldu tey flestu klára, hóast tey ikki eru í so góðari venjing
Serstakt upplivilsi
Fyri Jon Hestoy sjálvan verður hetta eitt heilt serstakt upplivilsi.
? Fyrstu ferð eg svam kapp yvirhøvur, var á jóansøku á Tvøroyri fyri 26 árum síðani. Eisini tá varð svomið á sjónum, men tað var framvið keiini.
Hóast Jon eigur nógv tøk á fjørðinum sum óviti og unglingi, hevur hann enn ongantíð svomið tvørturum fjørðin, so hetta verður heilt nýtt.
Men hann setir ikki tey heilt stóru krøvini til sín sjálvan longur.
Jóast hann var okkara fremsti svimjari í sínum ungu døgum, hevur hann ikki gjørt nógv ið at halda seg í venjing.
? Stundir hava tíverri ikki verið til tað, sigur hann og seinast eg svam í nøkrum kappingarkendum, var í kappingini um Skálafjørð fyri nøkrum árum síðani.
Hann sigur tí, at hansara mál við svimjingini á Jóansøku, er at koma tvørturum fjørðin í øllum góðum og gongur ikki heilt galið, væntar hann eisini, at tað fer at eydnast, hóast hann ikki er í serliga góðari venjing.
? Seinastu ferð eg svam, var í kappingini tvørturum Skálafjørðin fyri nøkrum árum síðani
Kappsvimningin á jóansøku verður sunnudagin klokkan 13.30. Tá ið liðugt er, verður togtoðan ímillum luttakararnir. Teir fara at standa á hvør sínum mola, so tapararnir fara í havið.
? Nú vóni eg so bara, at nógv fólk melda seg til, sigur Jon Hestoy. Og melda til kunnu svimjarar gera til fríggjakvøldið klokkan 20.00 hjá Johan Martin Poulsen á telefon
28 0607 ella við teldubrævi til: jm_poulsen@yahoo.dk










