Eftir eitt gott kappingarár í fjør við FM gullið og 5 stevnusigrum er Erla Kongsdóttir aftur við í 5-mannafars kvinnuflotanum í 2017.
Málið er sjálvandi at endurvinna FM, sigur bert 18 ára gamla Laura Berjastein, sum eins og ið fjør er bátsforkvinna umborð á Erlu Kongsdóttir. Eg veit ikki heilt hvat vit skulu vænta til kappingarárið. Ætlanin er sjálvandi at liggja í oddinum, men onki er vist áðrenn Norðoyastevnu. Eg haldi at kappingin er eitt sindur harðna, so vit kunnu rokna við nógvari kapping. Kanska serliga frá Teistanum og Jallinum, men eisini Teklu úr Klaksvík sum tók seg nógv fram ímóti endanum í fjør.
Ongin ivi er um at royndir hava nógv at siga í kappróðri og hóast sín unga aldur er bátsforkvinnan ikki heilt óroynd sjálv og hevur hennara karriera sum rógvari verið á eini heilt góðari leið. Tvey FM heitið uppá tey trý árini hon hevur róð talað fyri seg. Laura Berjastein byrjaði at rógva í 2014 við Silju har hon eisini róði í 2015. Í 2016 róði hon so fyri fyrstu ferð við Erlu Kongsdóttir og hesufer sum bátsforkvinna.
Vit eru ikki samað manning í sum í fjør, trýggjar nýggjar eru komnar við. Tvær hava róð áður ímeðan tann triðja er púra óroynd. Nakrar av okkum hava styrkivant síðani septembur, og vit byrjaðu at venja sum manning í januar mánaða. Vit hava vant fimm ferðir um vikuna í ein mánað nú, so vit koyra á, og venjingin gongur væl.
Umborð á Erlu Kongsdóttir í ár eru Laura Berjastein, Sunniva Berg, Jóhanna Egholm, Erika Christiansen, Ásla Vilhelmsen, Ann Jacobsen og róðursaður er Marius Albert Petersen.