- Tey siga, at tá tú sum mannfólk blívur 40, so kunnu henda tvey ting. Antin skiftir tú konuna út, ella fert tú at renna marathon. Eg valdi tað seinna og endaði so við at klatra í fjøllunum.
Arne Vatnhamar flennir at myndini av tí 40 ára gamla, sum brádliga fær trongd á at bróta upp úr nýggjum. Fyri leirvíkingin, sum júst er blivin 40, byrjaði broytingin tó fyri skjótt sjey árum síðani, og hon hevði sum so einki við aldurin at gera.
- Tað var í september 2006. Eg kendi á mær, at rúsdrekka stýrdi ov nógv. Eg var eitt ella annað stað við at doyggja spakuliga. Ikki soleiðis, at eg lá í rennuni, men eg gekk alla tíðina og ruddaði upp eftir tey mistøk, sum rúsdrekka og býtúrarnir førdu við sær. Eg tímdi ikki meira, mátti siga stopp. So eg legði av, greiðir Arne Vatnhamar frá.
Í staðin fór hann undir at venja. Setti sær støðugt hægri mál. Hann rann sítt fyrsta marathon, og samstundis vuksu avbjóðingarnar. Høgu fjallatindarnir blivu eitt mál fyri leirvíkingin, sum síðstu árini hevur verið búsitandi í Danmark.
Arne Vatnhamar hevur verið á Mount Blanc, sum við sínum 4807 metrum er hægsta fjall í fronsku Alpunum. Størsta avbjóðingin higartil var í fjør, tá hann náddi toppin á Aconcagua, sum liggur í Argentina og við sínum 6962 metrum er hægsta fjall í Suðuramerika.
- Tann kenslan var heilt fantastisk. Óbeskrivilig. Ein í ferðalagnum hevði eina satellit telefon við sær, ið eg slapp at ringja heim til damuna við. Tá eg fekk Maibritt í telefonina, fór eg at gráta. Kenslan var so sterk, greiðir Arne Vatnhamar frá.
Bæði á túrinum niðan á Mount Blanc og Aconcagua vóru fleiri føroyingar í ferðalagnum.
- Eg eri typan, sum fer út á kantin fyri at hyggja niður. Mær dámar væl, tá hæddirnar fáa tað at kitla í búkinum. Eg minnist at Rani Nolsøe segði við meg, á veg niðan á Mount Blanc, at hatta geri eg bara, tí eg ikki havi børn. Eg veit ikki, um hann hevur rætt, leggur Arne Vatnhamar afturat.
Hansara lívsfilosofi hevur síðstu árini broytt seg til at vera ein spurningur um at tora. At tora at taka av avbjóðingum.
- Eg plagi at siga, at man skal bara angra tað, sum man ikki gjørdi. Eg angri ikki tær avbjóðingar, ið eg seti mær. Og eg kann ikki ímynda mær at sita sum 70 ára gamal og angra eina rúgvu, sum eg ikki náddi, sigur Arne Vatnhamar.
Leirvíkingurin hevur tosað seg heitan. Greiðir frá, hvussu broytti lívsstílurin eisini hevur broytt hann sum menniskja.
- Ja, eg eri broyttur. Havi broytt karakter. Havi fingið størri yvirskot, hvíli meira í mær sjálvum, og havi fingið størri sjálvsálit. Spyrt tú Maibritt, so sigur hon óivað, at eg havi fingið ov nógv sjálvsálit, leggur Arne Vatnhamar skemtiliga afturat.
Ein onnur avleiðing av broytta lívsstílinum er eisini, at hann hevur fingið eitt meira jaligt sinni.
- Eg hugsi meira um tað, sum eg kann, heldur enn tað, sum eg ikki kann. Tað ger tað eisini lættari at taka avgerðir, seta sær mál og fara eftir teimum, sigur Arne Vatnhamar.
Avbjóðingin
At seta sær stór mál er blivin ein partur av Arna Vatnhamar síðstu árini. Næsta stóra málið er eisini sett – hann vil náa toppin Mount Everest.
Við sínum 8848 metrum er Mount Everest heimsins hægsti tindur. Mett verður, at bara okkurt um 2000 til 3000 ymisk fólk hava verið á toppinum, síðani Sir Edmund Percival Hillary úr New Zealandi var tann fyrsti har uppi, 29. mai í 1953. Hesi árini hava fleiri enn 200 fólk hava latið lív á túrinum, og tað sigur nakað um vandan.
- Ja, málið er at fara avstað í mars mánað næsta ár, sigur Arne Vatnhamar avgjørdur.
Veðurlagið ger av, júst nær farið verður avstað. Men mars, apríl, mai og fyrri partur av juni er tíðin, tá Mount Everest kann gangast. Restina av árinum er ikki ráðiligt at fara vegna vánaligt veður.
Túrurin tekur eini 60 til 70 dagar, úr Kathmandu og aftur til nepalska høvuðsstaðin. Tvær leiðir eru niðan á Mount Everest, frá suðursíðuni úr Tibet, og frá norðursíðuni, sum er úr Nepal. Í løtuni sær út til, at Arne Vatnhamar tekur norðursíðuna.
- Har eru fyrimunir og vansar við báðum farleiðum. Men júst nú helli eg mest til norðursíðuna, sum eisini er bíligari mátin fíggjarliga, greiðir Arne Vatnhamar frá.
Hóast avbjóðingin er ekstrem, bæði mentalt og fysiskt, so er tað fíggjarliga avbjóðingin, sum í løtuni fyllir mest hjá Arna Vatnhamar.
Tað eru pengarnir, ið leirvíkingurin fyrst nevnir, tá blaðið spyr hann um avbjóðingina við at koma upp á Mount Everest. Í løtuni er hansara avbjóðing at finna neyðugu sponsorarnar.
- Tað kostar eina hálva millión, alt íroknað. Eg havi fingið helvtina, men má fáa nakað afturat. Ikki tí, eg havi ongantíð roknað við at sleppa ókeypis upp á Mount Everest, heldur ikki peningaliga. So eg komi at leggja pengar í sjálvur. Men skal eg sleppa avstað í mars, so má eg fáa nakað av stuðli afturat, sigur Arne Vatnhamar.
Hóast pengarnir fylla nógv, so eru fyrireikingarnar til mentala og fysiska partin av avbjóðingini eisini í gongd.
- Eg venji nógv. Eg renni, og nú eri eri heima í Føroyum, gangi eg eisini nógv í fjøllunum, og eg royni alla tíðina at ganga við einum tungum ryggsekki. Hartil kemur styrkivenjing. So jú, eg eri væl fyri, sigur Arne Vatnhamar sannførandi.
Í august fer hann til Sveis, niðan á fjallið Matterhorn, ið liggur á markinum til Italia. Sermerkta fjallið, 4478 metrar, er eyðkent og heimskent, ikki minst tí at tað er avmyndað á Toblerone sjokulátu. Túrurin er partur av fyrireikingunum og venjingini til Mount Everest.
Tunna luftin, tá komið verður upp í 6-7000 metra hædd og hægri, er ein stór avbjóðing, ið trupult er at fyrireika seg til.
- Tað er ógvuliga hart at ganga í tunnari luft. Tað upplivdi eg á Aconcagua. Tú orkar bara at ganga nøkur fá fet í senn, áðrenn tú mást steðga á. Tað verður ein stór avbjóðing á Mount Everest, staðfestir Arne Vatnhamar.
Á túrinum niðan á Mount Everest er vanligt at hava iltfløskur við sær. Tær verða brúktar, tá komið er upp um 8000 metrar. Av tí einføldu orsøk, at luftin er so sera tunn, at tað kann vera trupult at ganga, men serliga at sova.
Eisini kuldin er ein stór avbjóðing. Ikki er óvanligt, at tað frystir eini 30 til 40 stig um náttina.
- Tað er alt avgerandi at vera væl fyrireikaður. Hava røttu klæðini og taka tær røttu avgerðirnar á túrinum. Er húðin ber í bara fáar minuttir, kann tað hava álvarsamar avleiðingar við sær, greiðir Arne Vatnhamar frá.
Drívmegin
Tað er tíðiligt, at tankin um Mount Everest hevur sett hjá Arne Vatnhamar.
- Ja, tað er ein sera spennandi tanki at ímynda sær at vera fyrsti føroyingur á Mount Everest. At hava Merkið við niðan og veittra við tí á toppinum. Tað er ein drívmegi í sær sjálvum, sigur Arne Vatnhamar.
Broytti lívsstílurin hevur eisini gjørt hesa avbjóðingina munandi meira realistiska.
- Fyri fáum árum hevði tað verið púra ógjørligt. Eitt órealistiskt mál. Men nú er tað mest ein fíggjarligur spurningur fyri meg, tí mentalu og fysisku avbjóðingina eri eg til reiðar at taka, sigur Arne Vatnhamar avgjørdur.
Heldur ikki vandin við at klíva upp á heimsins hægsta fjall fær leirvíkingin at ivast.
- Eg plagi at siga við damuna, at hvønn dag eg súkkli til arbeiðis, eri eg í vanda fyri at doyggja í ferðsluni. Hesin túrurin hevur vandar við sær, men her ber til at fyrireika seg, og tað er tað, ið eg geri nú, sigur Arne Vatnhamar og heldur fram:
- Eg kann ikki ímynda mær at doyggja á veg til arbeiðis. Vit skulu øll herfrá einaferð, og tá vil eg heldur doyggja í tí, sum mær dámar best. Tað snýr seg um at liva, meðan man eigur lívið, seta sær mál og taka av avbjóðingum. Tað er tað, ið eg geri, sigur Arne Vatnhamar.
FAKTA – Arne Vatnhamar upp á Mount Everest
Túrurin kostar umleið 500.000 krónur, alt íroknað. Stuðlar higartil: HBN Teknik í Ringsted og tryggingarmeklarafyritøkan Marsh, har Arne arbeiðir. Tilsamans stuðla fyritøkurnar við umleið 250.000 krónum. Arne Vatnhamar er í hesum døgum í Føroyum fyri at útvega sær fleiri stuðlar.
- Stuðulin fær sítt logo á míni klæðir, og logo’ið verður avmyndað á heimsins toppi. Eisini komi eg út til stuðulin at halda fyrilestur og greiða frá túrinum og tí, ið drívur meg. Annars er tað upp til sponsorin og meg í felag at gera av, hvussu túrurin verður brúktur sum marknaðarføring, sigur Arne Vatnhamar.
Arne ætlar avstað í mars mánað næsta ár. Eydnast tað ikki, so má hann bíða til mars 2015.
Til ber at koma í samband við Arna Vatnhamar soleiðis:
Fartlf. +45 21617261
Teldupost: arne.vatnhamar@hotmail.com









