Málhýrur í B36-leguni

Talan var mest sum um sanna málveitslu hjá B36, tá Hanus Thorleifsson økti til 4-1 í Gundadali sunnudagin. Hetta var nevnliga fyrsta ferðin í tvey kappingarár, at árstalsfelagið í høvuðsstaðnum skoraði somikið nógv mál í einum dysti. Tá B68 vitjaði á seinasta leikdegi í 2004 taptu teir 6-2 fyri B36, men síðani hevur gingið sera styriltið við málskjótingini. Soleiðis vann B36 í fjør tveir dystir við 3-0, meðan munurin í øllum hinum førunum var minni. Soleiðis var talan sunnudagin eisini um trivaligasta landskappingarsigurin síðani 8. mai 2005, tá GÍ var á vitjan í Gundadali.