Tað er bara í Gundadali og Gøtu, at tað liggur fyri at skjóta mál í dag.
Í Gundadali er HB á odda 4-2 ímóti VB/Sumba. Heimaliðið fekk eina dreymabyrjan og kom á odda 2-0 eftir 10 minuttum. Seinni økti HB til 3-0, men stutt fyri hálvleik minkaðu gestirnir til 3-1. Tað hjálpti tó ikki stórvegis, tí fyri løtu síðani fekk HB sítt fjórða mál til 4-1. Men gestirnir hava svarað aftur til 4-1. Rókur Jespersen og Milan Kulic hava skotið tvey mál í part fyri HB, og Dan Djurhuus skjeyt fyrra málið hjá gestunum.
Í Gøtu er B36 á odda 1-0 ímóti GÍ. Málið kom í seinna hálvleiki, og tað fekk Heini í Skorini.
Í hinum báðum dystunum, sum eru nú, er einki mál komið. Sostatt er støðan 0-0 millum EB-Streym og NSÍ í Streymnesi og millum Skála og B71 á Skála.