Málfátækt

Einaferð komu fimm mál í einum dysti hetta kappingarárið, sum eisini beyð upp á tvey "poker" og bert trý hattrikk

 

hagtøl


Dysturin hetta kappingarárið millum B36-FS Vágar í 5.umfari gjørdist sermerktur á nógvan hátt.

Sjálvandi fyrst av øllum tí, at ongantíð fyrr høvdu so nógv mál verið skotin í einum dysti í 1.deild, og heldur ongan tíð hevði annað liðið vunnið so mikið stóran sigur.

Tað var tó eisini áhugavert, at systknabørnini bæði, Heðin og

Magni á Lakjuni, fingu tilsamans 9 mál av teimum 15, sum B36 skoraði.

Heðin á Lakjuni gjørdi fimm av hesum, og tað var fyri fyrstu ferð síðan 12.umfar í 1998, at ein leikari framdi so gott persónligt ávrik. Tá var eisini talan um yngra Havnarfelagið. B36 smurdi sumbingar av ? 10-0 á Krossinum. Jákup á Borg skoraði fimm mál, og John Petersen fýra. Sama dagin í 1998 fekk størsti málkongurin í 1.deild nakrantíð, Kurt Mørkøre, fimm mál í 10-0 heimasigrinum hjá klaksvíkingum á TB.

Umframt Magna á Lakjuni, fekk ein annar leikari eitt so-kallað "poker" í 1.deild í 2001. Tað var Sámal Joensen, ið skoraði helvtina av málunum hjá GÍ í 8-2 heimasigrinum á FS Vágum í 6.umfari. Í sama dystinum gjørdi tann suvereni topskjúttin í landskappingini, Helgi L. Petersen, trý av sínum 19 málum.

Annars hevur 2001 verið rættiliga fátækt, tá tað snýr seg um hattrikk. Bert tveir aðrir leikarar skoraðu trý mál í einum dysti - landsliðsspælararnir John Petersen (B36-B71, 4-1 í 2.umfari) og Fróði Benjaminsen (B68-B71, 5-0 í 13.umfari).

Á útivølli hevur eingin leikari megnað at fingið fleiri enn tvey mál hetta kappingarárið, og tað er ikki hent í nýggjari tíð.