Julian Johnsson fær møguliga ein navnframan danskan venjara í teimum seinastu dystunum í hesum kappingarárinum.
Tey donsku bløðini B.T. og Ekstrablaðið skrivaðu týsdagin, at Jan Mølby verður eftir ætlan nýggjur venjari í Hull City, har Julian hevur spælt síðan fjørsummar.
Enn er eingin sáttmáli undirskrivaður, og tí eru hesi tíðindini enn at meta sum leysatíðindi.
Brian Little segði seg úr starvi, eftir at Hull hevði verið í einum aldudali, og síðani tað hevur ungdómsvenjarin verið í fyribils starvi. Nú ganga tíðindi so um, at tað er Jan Mølby, sum skal í heita sessin.
Jan Mølby er í løtuni venjari hjá Kidderminster Harriers, sum eisini spælir í ensku 3. deild. Kidderminster og Hull liggja lið um lið í stigatalvuni, og tey kappast um møguleikan at spæla uppflytingardyst.
Jan Mølby var kendur spælari í sínari tíð, tá hann spældi við Liverpool og Ajax. Harumframt hevur hann spælt fleiri dystir við danska landsliðnum.