Klokkan 21.10 í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan úr Skálafjørðinum um, at fólk høvdu sæð eitt blinkandi ljós undir hamrinum millum Støðlafjall og Stórafjall. Stutt eftir fyrstu fráboðanina ringdu fleiri onnur fólk kring fjørðin til løgregluna og boðaðu frá tí sama.
Eftir nakrar tilburðir í summar, har fleiri fólk eru komin illa fyri í fjøllinum, upplýsir vakthavandi, at avgjørt varð alt fyri eitt at seta eina leiting í verk.
- Vegna royndirnar í summar, so tóku vit hetta í álvara og settu alt í gongd. Okkara egnu fólk fóru á staðið, boð vórðu send eftir ambulansuni og bjargingarfeløgunum, umframt at tyrlan varð boðsend, greiðir vakthavandi frá.
Løgreglan, ambulansan og bjargingarfeløgini komu samstundis á staðið og byrjaðu at ganga fram móti ljósinum, ið alla tíðina blinkaði.
- Men tá fólkini komu fram sóu tey, at tað var genta, ið sat og málaði í myrkrinum við eini pannulykt, so leitingin varð avblást, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá, ið leggur aftrat.
- Lærdómurin av hesi søguni má vera, at um man fer slík ørindi, ið kunnu aktivera eina stóra leitingarstyrki, so er best at ringja til løgregluna og líka boða frá, so slíkt ikki hendir.