Málar mest við fingrunum

? 52 ára gamla Emma Heinesen úr Klaksvík er útbúgvin sjúkrahjálpari, fyrrverandi flogterna, ferðaleiðari og listakvinna. Hon hevur í komandi døgunum listaframsýning í Smiðjuni í Lítlu Vík.

 

List


25 málningar skulu í eina viku hanga í Smiðjuni í Lítlu Vík. Málningarnar eigur Emma Heinesen úr Klaksvík.

?Eg havi málað síðani eg var smágenta, men tað er ikki fyrr enn nú eg havi torað at víst fram, sigur Emma Heinesen. ? Eg havi fyrr verið við á norðoyarstevnu framsýningum og framsýningum á ólavsøku uppi í útvarpshøllini.

Málningarnir í Smiðjuni verða mest oljumálningar. Emma byrjaði at fáast við oljumáling tá hon sum 18 ára gomul fekk eitt oljusett í føðingardagsgávu.

?Eg royni at festa meg við litirnar, greiðir Emma frá. ?Tað er sjáldan at eg eigi meira enn tríggjar ymiskar litir. Blátt, reytt og gult eru uttan iva høvuðslitirnir í málningunum. Mær dámar best at mála við fingrunum. Tá verður tað mest eitt samanspæl millum formar og litir.

Høvuðsevnini á málningunum er fólk og náttúra. Íblásturin finnur Emma Heinesen alla staðni.

? Eitt prát við onkran kann verða fest á pappír, sigur Emma. ? Eisini hendingar, bæði syrgiligar og gleðiligar kann eg finna uppá at mála.

Tey, ið hava hug, at síggja málningarnar hjá Emmu Heinesen, kunnu leita sær í Smiðjuna í Lítlu Vík. Framsýningin letur upp seinnapartin í dag og heldur fram til sunnukvøldið.