Kinna Poulsen
Herfyri var ein av teimum heilt frægu felagsframsýningunum við nútíðarlist at síggja í Den Frie í Keypmannahavn. Og fyri listaáhugað, sum ikki náddu at síggja hesa framsýning “Carnegie Art Award 2006”, ið hevur verið at sæð í Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Fraklandi, Onglandi og nú í Danmark (men ikki í Føroyum), er tað møguliga ein uggi, at fyrireikingar longu eru farnar í gongd til ta næstu “Carnegie Art Award 2008”. Higartil hevur einki føroyskt umboð verið við á virðingarmiklu framsýningini, tó so, at fleiri av teimum framsýnandi listafólkunum hava luttikið á føroyskum listaframsýningum í seinastuni, eitt nú Katrine Ærtebjerg, sum m.a. var við á tí stóru framsýningini, sum Grafiski Verkstaður Føroya hevði í Listahøllini í desember.
Úr føroyskum sjónarhorni
Tey luttakandi listafólkini í Carnegie Art Award framsýningini eru øll norðurlendsk og tí liggur tankin um møguleikan fyri føroyska luttøku nær, hóast støðið tykist nakað væl hægri enn vit eru von við á føroyskum felagsframsýningum. Í veruleikanum er føroysk luttøka á eini slíkari framsýning ikki óhugsandi, tí vit eiga einstøk listafólk, hvørs verk ikki standa aftan fyri tey hjá Carnegie Art Award framsýnarunum. Høvuðsmunurin millum norðurlendsku úrvalslistaframsýningina og eina føroyska felagsframsýning liggur í sjálvum úrvalinum, sum í Carnegie Art Award høpi er strangt og hegnisligt framt, men sum heima - smáum samfeløgum líkt - tykist merkt av persónligum fyrilitum, av ósemjuræðslu ella kanska einum slagi av (misskiltum) fittleika. Úrvalið til Carnegie Art Award verður framt í fleiri umførum. Fyrst verða tilnevnarar úr norðurlondum bidnir um at tilnevna 5 tey bestu norðurlendsku listafólkini. Hesi fáa høvið at sýna verk síni fyri eini úrvalsnevnd, sum m.a. fevnir um Lars Nittve og Poul Erik Tøjner, fyrrverandi og núverandi leiðara í Louisiana.
Carnegie Hall???
Carnegie Art Award klingar tignarliga og gevur kanska hugasamband við Carnegie Hall, men hevur tó einki við víðagitnu konserthøllina at gera. Carnegie er heitið á svenska bankanum, sum í 1998 stovnaði Carnegie Art Award við endamálinum at stuðla norðurlendskari list við serligum denti á nútíðar málningalist. Stóru listaheiðurslønirnar eru tríggjar í tali (1.heiðursløn telur 1 millión svenskar krónur, meðan 2. og 3. eru uppá ávikavíst 600.000 og 400.000 SEK), umframt eitt stuðulsgjald áljóðandi 100.000 SEK, ið verður latið ungum evnaríkum listafólki, sum hesa ferð æt Sirous Namazi úr Svøríki. Umframt tær stóru heiðurslønirnar fevnir Carnegie Art Award eisini um eina ferðaframsýning, eins og fyrilestrar verða hildnir og ymist tilfar kemur út um listafólkini. Tað var svenska Karin Mamma Andersson, sum fekk fyrstu heiðurslønina í fjør, meðan íslendingurin Eggert Pétursson, hvørs myndir, vit herfyri høvdu høvið at uppliva í Føroyum, fekk aðru heiðursløn. Petra Lindholm úr Finnlandi fekk triðju heiðursløn.
Málarí
Tað sigst vera franski málarin Paul Delaroche, sum á fyrsta sinni deyðadømdi málningalistina, tá hann í 1838 sá tað fyrsta Daguerrotypiið og síðan eru deyðadómarnir javnan sagdir yvir málaríið. Føroysk myndlist hevur ikki havt stórvegis høvuðbrýggj av hesum deyðadómum, tí hon so at siga er ov ung til at vita seg vera í vanda. Føroyska listin er við øðrum orðum ov illa grundað listaumhvørvi, listakjaki, listaskúlum og listaútbúgving viðvíkjandi til yvirhøvur at fyrihalda seg reflektivt til seg sjálva. Hetta er ein trupulleiki, sum ein og hvør, ið roynir at málbera seg á føroyskum um myndlist, eigur at kenna til og sum byrjar við málinum sjálvum. Málarí er eitt nýtiligt, stutt og gott orð, tí tað bæði fevnir um ein lut, ið kann hangast á veggin, samstundis sum tað lýsir ein aktivitet og eitt hugtak. Úr hesum sama orði kemur lýsingarorðið, sum á donskum nevnist “malerisk” og sum fevnir yvir ein ávísan málaríkendan dám í myndum, ið er merktur av formligum opinleika og hvørs skap eru eyðmarkað av litfjølbroytni heldur enn av linjum. Á føroyskum eitur tað “málandi” og neyðugt er at koma inn á hugtakið fyri at kunna greiða frá hvussu breitt hugtakið “málarí” verður fatað í Carnegie Art Award høpi. Tí framsýningin hýsir bæði films- og øðrum installatiónum, teldugrafikki og øðrum grafikki fyri ikki at tosa um eina merkiliga verkætlan við ljóðveksli, har sinus-ljóðbylgjur verða lýstar upp á loftið, sum dómsnevndin altso hevur mett at vera so mikið málandi, at tað hoyrir við í eini málaríframsýning. Málarídefinitiónin ER rættiliga opin og trevsut, men undirhaldsvirðið hæðkar, tá mørk verða sprongd fyri hvat er hvat í listini, tá málað verður við ljósi, ljóði, tómum løriftum, orðum og øllum møguligum øðrum enn hevdbundnu olju- og akrylmálingini á lørift.
Eggert Pétursson
Meir enn við ljósi, málar Petra Lindholm við myrkri í videolagnum “Until”, hvørs døkka huglag og seigligu endurtøkur minna ikki sørt um videolagið, sum Chris Cunningham á sinni gjørdi til Portishead og sum var at síggja í MTV. Myndamálið hjá Lindholm er málandi, vakurt, men kanska eitt sindur keðiligt saman við vakra tónleikinum, sum hon sjálv hevur gjørt og sum hon sjálv framførir á ljóðsporinum. Hin prísvinnarin, íslendski Eggert Pétursson er helst eitt gott dømi um, at tað í listini man loysa seg at halda fast í sínum egna persónliga úttrykki uttan at skeita ov nógv eftir hvat er upp á móta og hvat hini gera. Vit sóu hansara merkiligu blómumálningar í Føroya Banka herfyri á framsýningini, sum var úrslit av, at Landsbanki Íslands og Føroya Banki høvdu býtt um listaverk í sambandi við, at báðir bankarnir fylltu runt. Eggert Pétursson hevur í nógv ár havt eittans myndevni og tað er íslendskar plantur, sum hann málar so fjáltrandi neyvt og við so mongum og glitrandi litum, at tað beinleiðis er strævið at hyggja at. Detaljurnar eru so nógvar, at tær leypa saman í eyganum, sum at byrja við sær myndirnar sum einslittar flatar. Tá farið verður nærri, opinberar myndevnið seg í øllum sínum vulgera neyvleika sum eitt fýrverk av litum og skapum og fert tú heilt tætt at myndunum, fert tú helst at hugsa um hvussu nógva tíð tað hevur tikið at mála verkið. Hetta, at áskoðarin gerst varur við tíðaraspektið er sera umráðandi fyri málaran, ið heldur vil kallast konsept- enn blómumálari
Moderna málarí
At samtíðarmálaríið er væl inni í hitanum fyri tíðina sæst á hvussu væl umboðað hetta listaslag er í løtuni í gallaríum, í framsýningum í listasøvnum, í listabókaútgávum og hvussu væl tað verður móttikið millum listaáhugað. Tað er serliga tað figurativa málaríið, sum hevur havt góðan byr í seinastuni og hetta hevur fingið onkran at finnast at hesum ráki, ið verður skýrt konservativt og vinnufikserað. Tað er óivað rætt, at framgongdin hjá tí nýggjara figurativa málarínum er knýtt at hákonjunkturi, vaksandi frívirði og keypiorku, eins og tað møguliga hevur okkurt við fólksliga gleði yvir at duga at skyna á myndevni at gera. Men hetta vil sjálvandi ikki siga tað sama sum, at figurativu verkini eru vánalig. Tvørturímóti eru mong av listafólkunum sera gávurík, væl útbúgvin og væl fyri uppá allar mátar, eins og teirra verk eru merkt av einum serligum ikonografiskum frískleika og frælsi í tilgongdini til málaríið, eisini t.d. í mun til hvaðani íblásturin kemur. Teknirøðir, telduspøl, broderí og gentubløð er javnsett meira klassiskum tilsipingum eins og vit síggja dømi um í hugtakandi verkinum hjá Magnus Wallin, “Anatomic flop”, ið lýsir menniskjans hjálparloysi í mun til tær treytir, hon er undirløgd. Verkið er ein teldugjørdur filmur, ið lýsir nakrar skapningar, ið eru staddar sum livandi keylur á einari bowling- ella rennibreyt, sum teir royna at stríða seg fram eftir. Hóast myndamálið er telduslætt og moderna, eru spennandi listasøguligar tilsipingar bæði til griska fornøld, eins og stóri denturin, ið verður lagdur á sentralperspektivið fær ein at hugsa um renesansuna.
Málaríið sum høvi
Innan nýggja figurativa málaríið eru nógvar av myndunum eins og tær hjá Katrine Ærtebjerg at síggja til hugnaligar og elskuligar. Tá tú so hyggur nærri at teimum, gerast tær meira álvarsamar og ofta eitt sindur óhugnaligar. Sjónarhornið er sjálvsævisøguligt við støði í dreymum og dagligum hendingum, ið verða lýstar við einfaldum myndamáli og bjørtum litum í eini samansettari fantasy-verð. Ævintýrdámur er eisini yvir myndunum hjá Lise Blomberg Andersen, ið málar smáar broderílíkar málningar við smáum blómum og fuglum við menniskjaandliti. Gráligu litirnir lita huglagið syrgið og kalt. Sjálvt um andlitini smíla, eru skapningarnir í hesum myndaheimi avbyrgdir uttan veruligt samband við hvønn annan. Sjónarhornið í myndunum hjá vinnaranum Karin Mamma Andersson er meira realistiskt. Í vinnaramyndini “Vi arbetar alltid så nära varandra utan att veta om det” tykist sjónarhornið beinleiðis sosialrealistiskt við ynski ella áheitan um størri felagssskap millum okkum menniskju. Tað, at tann málandi listamaðurin er longur frammi í myndaforgrundini enn listakvinnan, gevur ábending um nakað politiskt ella feministiskt í myndunum. Men tá tú stendur framman fyri hesum myndunum, er tað meira tað formliga málandi árinið, sum hugtekur. Kanska er hetta meira l´art pour l´art ella málarí sum høvið fyri at sleppa at mála eins og vit kenna tað í myndunum hjá gamla barokkmeistaranum Velazquez. Hesin hevði eisini á sama hátt sum Karin Mamma Andersson serligan tokka til myndir í myndini, sum økja um fjølbroytni bæði tá tað kemur til intellektuella og málandi góðsku. Hesar myndir eru ikki kollveltandi, men góð dømi um hvussu markleyst dygdarmálaríið er. Føroysk listafólk hava, sum áður nevnt, ikki luttikið í Carnegie Art Award høpi higartil, men eru við í tilnevningini til næsta ár.










