Leigunevndin hevði í fjør 35 mál at taka støðu til. Av teimum vórðu 10 klagur, 23 fyrispurningar og tvey mál av øðrum slag.
Tað sigur nevndin í ársfrágreiðing síni fyri 2016.
Mest vanliga slagi av klagum er um útleigara, ið sendir uppsøgn til leigunevndina til leigunevndina góðkenningar vegna leigarans mishald og klagur um depositum, ið ikki verður endurgoldið.
Onnur mál, ið leigunevndin hevur havt eru til dømis mál, har ivi hevur verið um brunatrygd og verju í leigubústøðum. Tí viðvíkjandi sigur formaðurin í nevndini, Andrass Holm Arge, at nevndin hevur viðgjørt mál av hesum slag og hevur viðmælt, at eitt yvirlit verður gjørt av góðkendum leigubústøðum, ið liva upp til tey krøv, sum verða sett til ein bústað. Harumframt mælir nevndin eisini til, at reglur verður gjørdar um góðkenning av leigubústøðum.
Leigunevndin er ein nevnd undir Almannamálaráðnum og er sett sambært leigulógini frá 2010. Nevndin tekur avgerðir í trætumálum millum leigara og útleigara.
Í nevndini sita Andrass Holm Arge, formaður, umframt Gunnleyg Árnafjall og Jóhan Syderbø.