Mangt bendir nú á, at løgtingið fer at samtykkja at skerja fiskidagarnar við átta prosentum. Magni Laksafoss og Edmund Joensen úr Sambandsflokkinum og John Johannessen og Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum standa aftan fyri eitt broytingaruppskot um at skerja fiskidagarnar við átta prosentum.
Tað er tí hægst sannlíkt, at hetta uppskot verður samtykt, hóast tað er nógv víðgongdari, enn uppskotið frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Millum tingfólk hjá Fólkaflokkinum skilst, at júst hesin spurningur er eitt kardinalpunkt fyri Fólkaflokkin, sum soleiðis kann seta samgonguna í vanda.










