Mæla til sama dagatal

Fiskidaganevndin handaði í gjár landstýrismanninum við fiskivinnumálum tilmæli sítt um fiskidagar komandi fiskiár. Nevndin mælir til sama dagatal, sum seinasta fiskiár

Fiskidagar

Sama fiskidagatal og allan flotan í skipanina, er tað, Fiskidaganevndin hevur mælt landstýrismanninum við fiskivinnumálum til í tilmæli sínum til komandi fiskiár.
Óli Samró, nevndarfomaður, handaði fyrrapartin í gjár landsstýismanninum tilmælið. Landsstýrismaðurin hevði frammanundan fingið eitt tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni. Tað tilmæli- er nógv meira restruktivt, enn hetta seinna er. Har verður mælt til at lækka fiskidagarnar so líðandi við meira enn einum triðingi.
Jørgen Niclasen, landstýrismaður, segði, at hann nú fer at gera sínar metingar við báðum tilmælunum sum grundarlagi, fyri síðan at kunngera, hvussu verður kjomandi ár.
Hann ásannaði, at langt er millum tilmælini, men fegnaðist tó um, at tað í báðum tilmælunum verður nevnt, at fiskastovnarnir í løtuni eru væl fyri.
Í verandi fiskidagaskipan eru lemmatrolarar og garnaskip undantikin. Men fiskidaganevndin var samd um at mæla til, at allir skipabólkar, eisini áður nevndu, koma upp í skipanina, og tað helt landstýrismaðurin vera áhugavert.