Mæla til fleiri almenn lærupláss

- Ein háttur at minka arbeiðsloysi – serliga millum ung – er tí at stovna fleiri almenn lærupláss, sigur Búskaparráðið í seinastu frágreiðing síni.

Búskaparráðið vísur á, at privatar fyritøkur og almenn partafeløg taka javnan inn lærlingar, men sum er eru sera fá lærupláss í almennum stovnum og ráðum. Sambært skráseting hjá Gjaldsstovuni eru umleið 10 lærupláss í almenna geiranum – tá eru heil- og hálvalmenn partafeløg, Strandfaraskip Landsins og ellisheim ikki tald við.

- Ein háttur at minka arbeiðsloysi – serliga millum ung – er tí at stovna fleiri almenn lærupláss. Umhugsað eigur eisini at verða at eggja privata vinnulívinum at stovna fleiri nýggj lærupláss, sigur Búskaparráðið, sum nevnir møguleikan at stuðla privatum fyritøkum og lærumeistarum fíggjarliga, um tey taka inn lærlingar.

- Stuðulin kann veitast sum beinleiðis fíggjarligur stuðul, ella við at tað almenna rindar størri part av lærlingalønunum ella av lønunum í skúlatíðini. Tílikar skipanir kunnu verða settar í verk eftir lutfalsligari stuttari tíð og áttu ikki at kravt nógv fyrireikingararbeiði. Tiltakið er sjálvsagt treytað av, at neyðug fígging verður tøk, sigur Búskaparráðið.