KÝpros
Árni Joensen:
Eftir uppskotinum skulu teir báðir landslutirnir skipast eftir sama leisti sum landslutirnir í Sveits. Tað fer at bera í sær, at landslutirnir fáa rættiliga víðfevnt sjálvsstýri.
At ST hevur lagt uppskotið fram júst nú kemst av, at á toppfundinum í Keypmannahavn í næsta mánað fer ES væntandi at bjóða miðjarðarhavsoynni limaskap í samveldinum.
Eftir uppskotinum skulu grikkarnir og turkarnir á Kýpros velja eitt forsetaráð við seks limum, sum skal virka sum tað ovasta útinnandi valdið í felags ríkinum. Teir báðir fólkabólkarnir skulu skiftast um at hava forsetan og varaforsetan, og skift verður tíggjunda hvønn mánað. Sjálvt býtið í forsetaráðnum verður eftir fólkatalinum í teimum báðum fólkabólkunum.
Uppskotið er latið stjórnunum í Grikkalandi og Turkalandi, leiðarunum hjá grikkum og turkum á oynni umframt bretsku stjórnini, tá Kýpros er fyrrverandi bretskt hjáland. Trygdarráðið hjá ST fekk uppskotið fyrrakvøldið.
Kýpros hevur verið býtt sundur millum grikkar og turkar, síðani Turkaland hersetti tann norðara partin av oynni í 1974. Umleið ein fimtingur av fólkinum á oynni eru turkar, men teir hava valdið í einum triðingi av oynni. Turkaland hevur lýst tann norðara partin sum sjálvsstøðugt ríki, men bara Turkaland sjálvt hevur viðurkent tað.
Turkiska stjórnin hevur hótt við at innlima norðara partin av oynni í sjálvt Turkaland, fær tann grikski parturin limaskap í ES. Hinvegin hevur Grikkaland hótt við at nýta sýtingarrættin í ES, fær oyggin ikki limaskap í samveldinum.
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, vónar, at teir báðir gomlu politisku leiðararnir á Kýpros, tann grikski Glafkos Klerides og tann turkiski Rauf Denktash, kunnu fara til samráðingarborðið um at loysa ta skjótt 30 ára gomlu kreppuna.