Mæla til at tátta í

RÁÐGEVANDI NEVNDIN viðvíkjandi Føroyum hjá danska forsætisráðharranum er júst komin við eini nýggjari frágreiðing um búskaparligu støðuna í Føroyum. Henda frágreiðing er fastur táttur og hevur hon vanliga fingið rættiliga stóra umtalu í Føroyum. Nú hava vit so fingið okkara egnu Ráðgevandi Nevnd, Búskaparráðið, sum kemur við síni frágreiðing til landsstýrið. So talan er um tvær serfrøðinganevndir ella nevndir við fakfólki, sum koma við metingum og sjónarmiðum um støðuna í Føroyum. Hetta skuldi ein trúð átti at verið ein góður stuðul hjá politikarum oø. í samfelagnum. Ikki minst hjá teimum, sum eru við at tilrætteggja framtíðar útviklingin í samfelagnum.

DANSKA nevndin, sum mangan hevur verið rættiliga kontant viðvíkjandi gongdini í Føroyum má eisini hesaferð sigast at vera kontant og avgjørd. Hóast talan ikki eru um krepputekin sum fyri 10 árum síðani, so skilst, at ávaringarlúrarnir eru tiknir framaftur.


TAÐ hevur gingið so væl í samfelagnum, at orsøk er til at steðga á - til at konsolidera seg heldur enn at yvirupphita búskapin. Besta tekinið um at tað gongur væl í samfelagnum er økta forbrúkið. Fólk hava meiri pening um hendi og tað vísir seg so eisini í einum støðugt vaksandi innflutningi og nýtslu. Keypt verður sum ongantíð fyrr. Tá tað so vísir seg, at innflutningin veksur skjótari enn útflutt verður fyri er orsøk til at rópa varskó.


TAÐ er so eisini ein orsøk til, at Ráðgevandi Nevndin sigur, at vit mugu stramma fíggjarlógirnar komandi. Vit eiga ikki at gera nýggjar stórar íløgur, sum økja virksemið enn meira. Vit mugu rætt og slætt tátta í, so búskapurin ikki verður ov heitur.


NEVNDIN vísir so á fleiri møguleikar fyri at tálma vøkstrinum so sum at hækka skatt og avgjøld, at minka um rentustuðul til sethús og at økja um privatu uppsparingina. Eisini verður víst á almenna sparing sum eitt av amboðunum til at tátta í.


NÚ er tað ikki Fólkaflokkurin, sum umsitur fíggjarmál, men tað er eingin loyna, at Fólkaflokkurin hevur ómetaliga nógv at siga í Tinganesi. Flokkurin er fyri at lækka skattin. Tað er so beinleiðis í andsøgn við ráðini frá Ráðgevandi Nevndini. Men hann er fyri sparing og uppsparing. Áhugavert verður at síggja reaktiónirnar hjá ymsu flokkunum til frágreiðingina.