Bæði Sunnleif Højgaard, sløkkiliðsleiðari, og Hallgím Hansen, innsatsleiðari hjá løgregluni, mæla til, at Athena verður bugserað burtur. Tað brennur framvegis umborð á Athenu. Og enn er ikki hugsingur um at koma umborð á skipið at sløkkja eldin.
Fyrrapartin fingu menn ein nýggjan enda umborð á Athenu, sum bert er bundin framman.
Í tíðindunum á Rás2 klokkan 11 søgdu Sunnleif Højgaard, sløkkiliðsleiðari, og Hallgrím Hansen, innsatsleiðari hjá løgregluni, at frægast hevði verið at fingið Athenu sleipaða burtur, men hetta er ein spurningur, sum skal takast millum fleiri partar.
Beint eftir klokkan 11 var anars ein stór spreinging umborð á Athenu, og vandin fyri spreingingum er stórur, tí nógvar fløskur av ymiskum slag eru umborð fyri ikki at tala um 18 tons av ammoniakk.
Sum greitt er frá fyrr, er nógv fólk flutt burtur av leiðini, og væntandi verður avgerð tikin seinni, um skipið skal sleipast út á hav ella ikki.