Áðrenn tú fert undir hægri lestur er umráðandi, at tú fyrireikar teg væl – bæði mentalt og fíggjarliga. Tilveran broytist grundleggjandi, tá tú flytir heimanífrá, har skyldur og fíggjarlig ábyrgd ikki liggja líka tungt á herðunum, sum tá tú flytir og byrjar nýggju tilveruna á egnum beinum sum lesandi, greiðir Liljan Müller, leiðari á ungdómsdeildini hjá Betri banka, frá.
Áðrenn tú fert
Tað verður mett, at útreiðslurnar í miðal liggja um tær 50.000 krónurnar umframt studningin fyrsta árið, tá tú fert av landinum at lesa. Tí mælir leiðarin á ungdómsdeildini hjá Betri til, at ein hugsar um at spara minst 50.000 upp, áðrenn farið verður avstað. Hetta fer til útreiðslur so sum depositum, møblar, leigu, ljós, hita, internet, tryggingar, súkklu, bøkur og ferðaseðlar – umframt at ein má keypa mat og klæðir.
Hon greiðir frá, at hetta sjálvandi bert er vegleiðandi, tí umstøðurnar kunnu vera ymiskar frá persóni til persón. Summi flyta inn til familju at búgva, og tey hava tí nógv lægri útreiðslur. Tó, so er uppsparingin ómetaliga týdningarmikil, tá man er liðugur við miðnámsskúlan.
– Vit ynskja jú, at tey ungu, sum fara undir hægri lestur hava besta grundarlagið, sum gjørligt er. Tað merkir eisini, at tey ikki upptaka óneyðuga skuld áðrenn og undir lestri. Tí hetta kann gerast haft um beinið, tá lestnaðurin er liðugur, og flytast skal aftur til Føroya, sigur Liljan Müller.
Minni tøkan pening
Tað er púra vanligt, at tey sum eru lesandi, hava minni av peningi um hendur, enn tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum.
– Tú hevur ikki sama fíggjarliga rásarúmið, tá tú ert undir lestri. Tað er tí ikki gjørligt at hava eitt yvirskot á 5000 krónur á kontoini hvønn mánað, uttan so, at tú hevur eitt lestrarstarv, sigur hon.
– Er man tó í tí støðu, at man av eini ella aðrari orsøk ikki hevur spart upp, so ber eisini til at gera eina avtalu við bankan, men vit ynskja helst, at lesandi hava eina uppsparing, áðrenn tey fara, tí tá gerst tilveran hjá teimum munandi lættari, sigur leiðarin á ungdómsdeildini í Betri.
Hon greiðir frá, at tey flestu, sum fara at lesa hava hesa uppsparingina, og í Betri síggja tey eitt endurtakandi mynstur hjá teimum ungu.
– Tað eru rættiliga nógv, sum fara at arbeiða eftir lokna miðnámsútbúgving. Ofta er talan um arbeiði á einum virki ella onkra staðni, har tey lættliga fáa nógvar tímar og fáa tjent sær pening. Síðani fara tey út í heimin at fjakka og koma aftur at arbeiða, áðrenn tey fara at lesa. Tá hava tey eisini lært eitt sindur um at spara upp, sigur hon.
Tað eru sjálvandi ongantíð øll, sum spara saman, men Liljan heldur eisini, at foreldrini eiga ein part av ábyrgdini.
– Tað er skylda hjá foreldrum at eggja teimum ungu til at hugsa um fíggjarstøðuna og leggja ætlan, staðfestir hon.
Minst til at seta tær mál
Studningurin er avmarkaður, og ynskir man sær meir tøkan pening enn tað, sum man fær í studningi hvønn mánað, so ber til at fáa sær eitt arbeiði og serliga at hugsa um nýtsluna.
– Ein verður noyddur til at hava røttu áskoðanina, og tað ber snøkt sagt ikki til at hava sama nýtslumynstur, sum áðrenn lesturin byrjaði men ístaðin hava rætta hugburð til pengar, sigur hon.
Liljan Müller greiðir frá, at tað er skilagott at seta sær fyri, hvussu nógvan pening ein ynskir at brúka til teir umráðandi postarnir hvønn mánað.
– Summi seta sær til dømis fyri, at tey ikki skulu brúka meir enn 1500 krónur til mat um mánaðin. So fáa tey eina matkonto og eitt kort, ið bert er til ta kontoina, greiðir hon frá.
Á hendan hátt gerst man tilvitaður um fíggjarætlanir og lærir harvið eisini at standa á egnum beinum fíggjarliga.
– Tað er ein góður vani at fáa sær frá byrjan av, tá man flytur og fer undir lestur, sigur hon.
Eftir loknan lestur
Hóast lán eru lætt atkomulig, so mælir Liljan Müller til at velja eina fíggjarætlan og møguligt lestrarstarv fram um lánið.
– Lánini kunnu geva stóra samanlagda skuld, og tað er umráðandi at hugsa um tíðina eftir at lesturin er av. Møgulig lán kunnu til dømis avmarka ein, tá so búsðaarlánið skal takast seinni í lívinum, sigur hon.











