Mæla til at brenna skinn

Í hesum veðurlagstíðum, har føroyingar eisini fara í verkfall til at minka um útlátið av CO2, og í tíðini, har tað er vorið vælumtókt at endurnýta, mæla kommunur nú til at brenna seyðaskinn, sum bæði gevur meira útlát og minni av endurnýtslu

Í fleiri ár hevur Oikos í Vágum tikið móti seyðaskinnum og flutt út. Men herfyri boðaðu teir frá, at teir ikki fóru at taka móti skinnum í ár. Hetta er serliga vegna, at prísurin er so vánaligur.

Á bingjuplássinum/endurnýtsluni hjá fleiri kommunum kring landið, hevur verið skipað móttøka av skinnum, har tað hevur verið møguligt at leggja seyðaskinn frá skurðinum. Skinnini eru síðani farin víðari til Oikos.

Í ár er eingin, sum tekur ímóti skinnum. Nú lýsa nakrar kommunur og biðja fólk um at koyra skinnini í bingjuna til burturkast at brenna.

Av tí sama fara væntandi umleið 30.000-35.000 seyðaskinn í brenniovnin hjá IRF í Leirvík ella í brenniovnin hjá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla í Havn.

IRF heitir annars á fólk um at tøma vembur og ikki lata vátar leivdir frá flettingini í bingjurnar.