Sjey danskir serfrøðingar í undirvísingarviðurskiftum mæla í einari nýggjari frágreiðing myndugleikunum til at taka av studentaskúlan, handilsskúlan og vinnuskúlarnar. Ístaðin skal skúlin hava eina trý ára útbúgving frá 9. til 11. flokk, siga tey.
Tey sjey vísa á, at sum er gevst fimti hvør næmingur í danska skúlaverkinum orsakað av vantandi evnum, og hetta halda tey vera eitt prógv um, at verandi skúlaskipan virkar ikki eftir ætlan.
Ístaðin mæla tey til at skipa eina grundútbúgving frá 9. til 11. flokk, har næmingarnir kunnu velja ymsar fakbólkar. Ikki fyrr enn aftan á 11. flokk skulu næmingarnir so velja, um teir ætla sær at taka eina vinnuútbúgving ella eina ástøðiútbúgving. Tey sjey siga, at hesin hátturin hevði gjørt, at nógv fleiri næmingar høvdu verið førir fyri at velja ta røttu útbúgvingina, og harafturat hevði tann nýggja skipanin serliga gagnað teimum veiku næmingunum.










