Nevndin við fyrrverandi uttanríkisráðharranum James Baker á odda varð sett til at geva Bush og stjórnini tilmæli um, hvørji stig USA eigur at taka í krígnum í Irak. Nevndin fer at leggja sítt tilmæli fram tann 6. desember, men longu nú er greitt, at hon fer at mæla forsetanum til at skerja hermannatalið í Irak.
Blaðið The New York Times sigur seg hava fingið at vita frá vælvitandi keldum, at eftir tilmælinum hjá nevndini skal USA leggja á annan bógv í Irak, soleiðis at amerikanski luturin verður at styðja iraksku myndugleikarnar heldur enn at kríggjast við mótstøðumenn. Eygleiðarar siga við blaðið, at tilmælið um afturtøku er helst ætlað at leggja trýst á iraksku myndugleikarnar fyri at fáa teir leggja støtti dent á at menna herin og løgregluna.
Harafturat mælir nevndin til eina ráðstevnu millum londini í Miðeystri. Endamálið er at fáa Iran og Sýrialand upp í málið, skrivar The New York Times.
Eygleiðarar í Washington siga, at tað verður torført hjá forsetanum at skáka sær undan tilmælinum frá Baker-nevndini, serliga tí at hon er samd um tilmælið. Í nevndini eru fimm republikanarar og fimm demokratar.
Suðurkorea boðaði í gjár frá, at tað fer skjótt undir at taka sínar hermenn úr Irak.