Mæla nú fólki frá at ferðast til Turkalands

Tað er stórur vandi fyri yvirgangi, eisini ímóti ferðafólki

 

Sum støðan er nú, eiga fólk ikki at ferðast til Turkalands uttan í neyðugum ørindum.

 

Tað boðar danska uttanríkisráðið frá nú í morgun og í Føroyum fylgja vit altíð vegleiðingum haðani í førum sum hesum.

 

Í gjárkvøldið og í nátt hava deildir í herinum roynt at gera statskvett, og at taka valdið í landinum, men umboð fyri Erdogan, forseta, hava boðað frá, at kvettið er miseydnað.

 

Hinvegin er ruðuleiki í landinum, helst í teimum størru býunum, og tí verður nú mælt frá at ferðast til Turkalands, uttan í neyðugum ørindum.

 

Hinvegin mælir Uttanríkisráðið ferðafólki, sum longu eru í Turkalandi, um at ferðast heim, soleiðis sum ætlað, tí í vanligu ferðamannaplássunum, merkist ikki nakað serligt til ófriðin.

 

Hinvegin leggur uttanríkisráðið dent á, at sum heild merkja ferðafólk ikki nakað til ófriðin.

 

Men hinvegin eru tað nøkur tilmælitil ferðafólk, sum eru í Turkalandi.

Tað er serliga í størri býunum, at støðan er spent og at samanbrestir hava verið.

 

Tað verður somuleiðis mælt ferðafólki til at fylgja væl við, tí umstøðurnar kunnu broytast og tískil kann flogferðslan verða ávirkað.

 

Uttanríkisráðið vísir á, at tað er stórur vandi fyri yvirgangsálopum í Turkalandi, eisini ímóti ferðafólki, og sum heild er vandin fyri yvirgangi ímóti ferðafólki vaksin munandi í seinastuni.

 

Seinast varð yvirgangur á Atatürk flogvøllinum í Istanbul fyri góðum tveimum vikum síðani.

 

 

Annars hevur tað stóran týdning, at ferðafólk halda seg burtur frá mótmælisgongum og politiskum fundum, og sum heild eiga fólk at halda seg burtur frá handilsmiðstøðum, jarnbreytarstøðum, og øðrum plássum, har stórar mannamúgvur eru.

 

Og so hevur tað týdning at halda seg minst 10 kilometrar frá markinum til Sýria og Irak, tí umframt yvirgang, er har eisini ein ávísur vandi fyri at fólk verða burturflutt við tí endamáli at krevja loysigjald fyri tey.

Við onnur landamørk eiga fólk bara at vera í neyðugum ørindum.

 

Uttanríkisráðið mælir eisini til størsta varsemi í stóru býunum í landsynnings Turkalandi. Í hesum sambandi verður mælt fólki til bara at brúka høvuðsferðsluæðrarnar og samstundis verður mælt til at halda seg innandura um kvøldið og um næturnar, og annars verður mælt fólki staðiliga frá at vera uttandura einsamøll.

 

Í Eysturturkalandi eru tilmælini tey somu, men har verður eisini mælt fólki til at halda seg burtur frá løgreglustøðum, hernaðarstøðum og øðrum almennum bygningum.