Athena, sum eldur kom í 9. mai, liggur framvegis í Runavík, og framvegis verður rátt frá at fiska á Skálafjørðinum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan er ikki liðug við sínar kanningar enn.
Eftir eldin varð sjógvur pumpaður úr skipinum á sjógv, og við tað at óvissa var um, hvørji heilsuskaðilig evni vóru farin úr Athenu tá, mælti Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá at fiska á fjørðinum. Hesi boð komu 15. mai.
Tá varð sagt, at kanningarnar fóru at taka um ein mánað.
Men kanningarnar eru ikki lidnar enn.
Tær fyrstu kanningarnar vórðu bara gjørdar av kræklingi, og tá úrslitin vístu, at nógv blýgg varð funnið í einum sýni, varð avgjørt at gera fleiri kanningar.
Nú eru sýni eisini tikin av hummara og fiski, og tey úrslitini verða væntandi greið í næstu viku.
Fráráðingin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um ikki at fiska á Skálafjørðinum stendur tí framvegis við.










