Nógvir sjúklingar, sum hava verið í viðgerð í Týsklandi fyri prostatakrabba, hava eftir viðgerðina vent sær til danska Krabbameinsfelagið fyri at fáa hjálp. Tí hevur Kræftens Bekæmpelse valt at leggja út á www.cancer.dk tað, sum danskir prostatakrabbaserfrøðingar siga um NanoKnife-viðgerðina.
Danskir prostataskurðlæknar, sum eru við í Dansk Urologisk Selskab og Dansk Prostatacancer Gruppe, ávarða ímóti at keypa NanoKnife-viðgerðina hjá danska felagnum í Týsklandi, rópt Receptor Oncology, sum bjóðar viðgerð fyri prostatakrabba á privatari skurðstovu í Týsklandi.
Serfrøðingarnir siga, at viðgerðin við NanoKnife byggir á at beina burtur krabbasjúkuna við elektriskum innstøkkum ella impulsum, og viðgerðin verður eisini rópt IRE (Irreversiblel elektroporation). Hesin háttur er ikki góðkendur til viðgerð fyri prostatakrabba í Danmark, og virknaðurin og hjáárinini av viðgerðini eru ikki skjalprógvað.
Á heimasíðuni hjá www.cancer.dk verður sagt, at fleiri danskir sjúklingar, sum hava fingið NanoKnife-viðgerð, eru komnir aftur til Kræftens Bekæmpelse við trupulleikum og hjáárinum eftir viðgerðina í Týsklandi.
Danskir prostatakrabbaserfrøðingar siga, at NanoKnife-viðgerðin er trupul, tí prostatakrabbi ofta er fleiri staðni í kertlinum. Tí er tað ikki vist, at tú við NanoKnife-viðgerðini rakar allan krabban, um bert ein partur av kertlinum er viðgjørdur.
Haraftrat er vandi fyri, at sjúklingar verða yvir-viðgjørdir, um teir hoyra til lágvandabólkin, har sjúkan ongantíð vil mennast, og soleiðis ongantíð gerst lívshóttandi fyri sjúklingin kortini.










